Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-113/2020 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, eftir § 52 a í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum

Spurningar:

- Er nøkur ætlan í gongd fyri at bøta um skúlatilboðið til børn í fólkaskúlanum við psykiatriskum diagnosum, sum t.d. ADHD og autismu?

- Hví verða einsæris tímar so sjáldan játtaðir til hesi børnini í skúlanum, tá tað er neyðugt - um ikki annað, so í eitt avmarkað tíðarskeið?

- Er tað ein gongd leið at umskipa verandi skúla- og námsfrøðiligar tænastur til meira tvørgeiralig og tvørprofessionel skúla- og námsfrøðilig samstørv?

- Er ætlanin at uppraðfesta Sernám, so øll við serligum avbjóðingum fáa útgreining, ráðgeving og viðgerð?

- Hvat skal til fyri at seta samskipanarstarvsfólk, ið kunnu samskipa skúla- og frítíðarskúla til børnini við psykiatriskum diagnosum?

- Hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja skúla- og námsfrøðilig samstørv til børn og ung við psykiatriskum diagnosum?

Svar

Til 1: Skipanin við sertilboðum í fólkaskúlanum er munandi ment seinnu árini. Skúlaárið 2020/21 er tilsamans 9 sertilboð skipað um allar Føroyar. Næmingatalið í hesum tilboðum er hetta skúlaárið um 175 og til næsta skúlaár verða sertilboðini ment enn meiri.

Sertilboð eru ætlað børnum, ið ikki megna ein skúladag í einum vanligum flokki, men mugu hava aðrar umstøður fyri at trívast og læra. Tað kann røkkast í sertilboði samstundis sum tilknýtið til flokkin og børn annars í skúlanum verður varðveitt. Havast má fyri eyga, at sertilboð ikki einans eru grundað á psykiatriskar diagnosur, men á tørv barnsins. Nøkur børn í sertilboð hava diagnosu(r), men ikki øll - og nøkur børn við diagnosum eru í vanligum flokki (við tillaginum), tí tey megna tað . Tískil verður alsamt arbeitt við at menna skúlatilboðini, bólkar verða gjørdar eftir tørvi. Tað er einans sertilboðið í Hoyvíkar skúla, har autismu-líknandi avbjóðingar verður nevnt sum avgerandi fyri upptøku.

Til 2: Játtanarskipanin til skúlarnar er soleiðis skrúvað saman, at tað ber til hjá skúlunum at skipa smærri bólkar, lesiskeið og seta inn eyka í avmarkaða tíð. Hetta er tann parturin av játtanini, ið kemur undir miðfirraðaðu játtanina, sum svarar til eina tímajáttan á 24% av næmingatalinum í skúlanum. Miðfirrað játttan er játtan til sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, so at skúlar og skúlaeindir sjálvar kunnu skipa tímarnar.

Skúlarnir kunnu eisini søkja um serskipanir og um eyka játtan til serstøk tiltøk í avmarkaða tíð. Slíkar umsóknir verða fakliga viðgjørdar í Sernámi, áðrenn ein møgulig játtan verður latin frá Undirvísingarstýrinum. Dømi eru um fleiri slíkar serskipanir hetta skúlaárið.

Til 3: Í fólkaskúlanum eru bæði lærarar og námsfrøðingar settir. Serliga í sertilboðunum er hetta galdandi, har lærarar og námsfrøðingar samstarva um dagliga tilboðið, ið veitt verður børnunum. Harumframt veitir Sernám fakliga ráðgeving av ymiskum slagi so sum sálarfrøði, audiologopedi og innan sernámsfrøði. Sostatt fer nógv tvørprofessionelt samstarv fram, tá um sertilboð til næmingar við serligum tørvi ræður.

Heldur enn at umskipa, sum er meira umfatandi, er neyðugt at styrkja og menna verandi skipanir. Ein gongd leið kundi verið at sett tíð og orku av til at finna fram til ”best pratice” og at tillaga verandi  skipanir hareftir.

Til 4: Lógarásett er, at Sernám er ráðgevandi stovnur. Tørvur er á meira orku til ráðgeving, umframt at viðgerðartilboð til børn og ung í Føroyum mangla.

Til 5: Um samskipanarstarvsfólk skal setast, er fyrst neyðugt at lýsa uppgávuna hjá viðkomandi og setanartilknýtið.

Til 6: Neyðugt er at lýsa, hvat liggur í hugtakinum “skúla- og námsfrøðilig samstørv” neyvari fyri at svara hesum.

Týdningarmikið er, at sjóneykan ikki bert er á psykiatriskum diagnosum, men á tørvin, sum krevur námsfrøðilig og sálarfrøðilig átøk/vitan og harvið samstørv.

Vit hava skipanir, har tað er samstarv milllum Barna- og umgdómspsykiatriina og Sernám, Unvirvísingarstýrið og Fólkaskúlan. So tað eru ikki í fyrstu atløgu lógarkarmar, sum forða fyri, at slík samstørv verða ment.

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo