

Tað er hált um alt landið.
Landsverk upplýsir, at tað er koyrandi frá Havn til Vágarnar. Tað er koyrandi frá Klaksvík til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnilin.
Skipað verður fyri raðkoyring á Vestmannavegnum frá kl. 09:30, har koyrt verður aftaná maskinuni.
Tað er ikki koyrandi á Saksunarvegnum, Eiðisvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og millum Hvannasund og Viðareiði. Tað er ikki koyrandi vestanfyri Norðskálatunnilin.
Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Fámjinsvegnum. Á Sandoynni er bara koyrandi millum Skopun og Sand.
Tað er nógv jarðrok á Fuglafjarðarvegnum í ælunum.
Tað er komið rættiliga nógvur kavi niður í nátt. Tað eru ring koyrilíkindir til nógvar bygdir, og maskinurnar hjá Landsverki hava ógvuliga torført við at koma fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo