Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Onnur tíðindi

VELTAN: Á Sandi stríðast grønmetisframleiðararnir frá morgun til myrkurs hvønn dag, tí teir trúgva uppá eina føroyska matmentan. Í morgun varð farið til arbeiðis fyri at gera ein øðrvísi ordra kláran. Sjey posar av nýtiknum grønmeti við einum brævi í.

Grønmetið varð pakkað og borið til limirnar í fíggjarnevndini í løgtinginum – Honnu Jensen, Dennis Holm, Ingilín D. Strøm (fyri Bjarna Hammer), Eyðgunn Samuelsen, Beinir Johannessen, Magnus Rasmussen og Rósu Gaardlykke Tyril,sum í dag høvdu Veltuna til hoyring í samband við MVG-frítøku av eplum og grønmeti.

Við grønmetinum fekk hvør limur eitt bræv við eini áheitan frá Veltuni.

– Grønmetið er úrslit av hørðum arbeiði, politiskum góðvilja og gott samstarv millum myndugleikar og framleiðararnar. Brævið er ein ávaring um ikki at oyðileggja tað góða, vit í felag hava bygt upp, sigur Veltan.

Í brævinum til fíggjarnevndina skrivaði Veltan m.a.:

“Veltan takkar fyri høvið at koma til hoyring í løgtingsmáli 19/2025 um MVG frítøku av millum annað eplum og grønmeti.

Her er ein lítil heilsan frá okkum – eitt sindur av grønmeti, vit hava tikið upp úr jørðini á Sandi í morgun. Hetta er úrslit av hørðum arbeiði, men eisini av, at politiska skipanin seinastu árini hevur sent eitt greitt signal um, at mann ynskir meira føroyskt grønmeti.

Átøkini hjá m.a. Búnaðarstovuni á Sandi serliga seinastu tvey árini tala fyri seg.

Nú selja handlarnir á Sandi føroysk jarðber, salat, leyk, kál, epli og mangt annað, sum veksur í jørðini – tí tit hava sett pengar av til tað. Takk fyri tað!

Tó vilja vit eisini koma við eini ávaring. Í morgin fer eitt uppskot í hoyring um farleiðina til Suðuroynna.

Vit gleða okkum til ein Suðuroyartunnil – eingin ivi um tað. Men vit heita staðiliga á tykkum um at umhugsa farleiðina, tit hava valt.

Farleið 1A fer tvørtur gjøgnum miðdepilin fyri alla føroyska grønmetisframleiðslu – hon oyðileggur alt tað, vit í felag hava bygt upp seinastu árini.”

Veltan vísir á, at ein farleið finst, sum fer meiri varisliga fram við einum vegi til Suðuroyar undir Sandsbygd – uttan stór inntriv í náttúru og mentan á Sandi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo