Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvirlit frá Kringvarpinum, men prosenttølini eru sett inn aftaná

Yvirlit frá Kringvarpinum, men prosenttølini eru sett inn aftaná

Yvirlit frá Kringvarpinum, men prosenttølini eru sett inn aftaná

Í D&V í gjárkvøldið var eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyskir sjúklingar vóru farnir til Danmarkar við krabbameini. Tølini vóru tal av sjúklingum, undirstrikaði verturin.

Á tølunum sást (myndin omanfyri) at økingin í talinum frá 2021 til 2022 var næstan 50 prosent, ella neyvt 47,65 prosent.

Í 2021 fóru 252 føroyskir sjúklingar við krabbameini til Danmarkar, og í 2022 var talan um 372 sjúklingar við krabbameini, sum er eitt rættiliga stórt tal sammett við hini árini.

Onkur hugsaði kanska at hetta hevði samband við vaksinuna, sum føroyingar høvdu fingið, men sambært Landslæknanum, so er einki samband millum vaksinuna og økta talið av sjúklingum sum fóru til Danmarkar í 2022.

VP spurdi Lars Fodgaard Møller, landslækna, og í svarið sigur hann soleiðis:

- Vit hava ikki sæð nakað samband millum covid-19 vaksinu og krabbameinssjúku.

- Í fleiri londum minkaði talið av krabbameinstilburðum undir alheimsfarsóttini, sum sannlíkt komst av, at tilburðirnir ikki vórðu staðfestir.

- Og tað kann komast av, at tey sjúku ikki fóru til lækna og í onkrum føri, tí sjúkrahúsverkið hevði úr at gera við at viðgera covid-19 tilburðir, sigur Landslæknin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo