Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá §52 fyrispurning nr. 52-114/2021 frá Djóni Nolsøe Joensen, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø – Nýtt Barnaheim

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fast í ætlanunum at byggja barnabústovnar og ikki barnaheim?

2. Hvørjar fakligar orsakir eru til at byggja barnabústovnar í staðin fyri eitt barnaheim?

3. Nær kann væntast, at tað verður bøtt um umstøðurnar hjá okkara mest sárbæru børnum?

Svar:

Til nr. 1 og nr. 2
Almannaverkið hevur upplýst, at tørvurin á at byggja eitt nýtt (stórt) barnaheim ikki er tann sami nú, sum hann hevur verið. Orsøkin til hetta er m.a., at tey børnini, sum tá høvdu tørv á at verða flutt, nú eru flutt ella eru um at vera flutt í onnur hóskandi høli. Hetta kom í rætt lag eftir at Løgtingsins Umboðsmaður var á eftirlitsvitjan í mai 2020.

Ætlanin hevur tí verið at hyggja nærri eftir, um tørvur er á smærri barnabústaðareindum.

Fakliga verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru egnaðir og innrættaðir eftir tørvinum hjá hesum børnum, eins og dentur verður lagdur á eitt heimligt, mennandi og stimbrandi umhvørvi, har trivnaðurin hjá børnunum verður raðfestur høgt.

Landsstýrismaðurin hevur enn ikki havt høvi til at meta um, um tað er nøkur orsøk til ikki at halda fast í hesum ætlanunum hjá fyrrverandi landsstýrismanninum.

Til nr. 3
Fyrrverandi landsstýrismaðurin arbeiddi áhaldandi við at bøta um umstøðurnar og menna hetta økið, millum annað varð játtanin til Eind 10 í fjør økt við júst tí endamáli at útvega betri høli til tænastuna. Undirritaði ætlar framhaldandi at arbeiða við at menna hetta økið.

Fleiri ábøtur eru gjørdar í Eind 10, síðani Løgtingsins Umboðsmaður gjørdi ársfrágreiðingina fyri 2020. Broytingar eru m.a. gjørdar innan leiðslubygnað, starvsfólkaviðurskifti, fysisku karmarnar og viðvíkjandi harðskapsmálum.

Leiðslubygnaður
Fleiri leiðarir eru settir. Hetta tryggjar, at dagligi leiðarin í størri mun er fysiskt til staðar, soleiðis at fjarstøðan millum starvsfólk og leiðara styttist. Eisini eru ymiskir arbeiðsbólkar mannaðir við leiðslu og starvsfólkaumboðum, ið m.a. arbeiða við at skipa foreldrasamskiftið og samstarvið við barnaverndartænasturnar, tryggja høgt fakligt støði og menna fastar mannagongdir.

Starvsfólkaviðurskifti
Bert starvsfólk við viðkomandi útbúgving verða sett í fast starv, eins og dentur verður lagdur á at hava ein tvørfakligan starvsfólkahóp og at førleikamenna starvsfólkini. Nýggj starvsfólk fáa innleiðsluskeið og øll starvsfólk fáa útbúgving í sosialnámsfrøðiligum arbeiðshátti, soleiðis at tey hava sama førleika, menniskjaáskoðan og námsfrøðiligt háttalag í sosialnámsfrøðiligu viðgerðini.

Harðskapsmál
Arbeitt verður áhaldandi við at minka um og fyribyrgja harðskapsstøðum. Starvsfólkið lærir ávísar hættir at fyribyrgja harðskapi, eins og fastar mannagongdir eru fyri handfaring av slíkum støðum.

Fysisku karmarnir
Almannaverkið hava seinastu árini fingið fleiri høli til vega, sum hava bøtt um tænastuna, men enn er ikki komið heilt á mál. Í ársfrágreiðingini fyri 2020 fanst Løgtingsins Umboðsmaður serliga at stovninum á Argjaboðagøtu, tí hesin ikki var egnaður til endamálið. Almannaverkið hevur nú fingið egnaðan bústað til børnini á stovninum á Argjaboðagøtu. Ein bólkur er fluttur í annan bústað í eind 10, og seinasti bólkurin flytur væntandi í mars 2022.

Samanseting av børnum
Av tí at talan ikki er um ein varandi bústað, er samansetingin av børnum ein avbjóðing. Bólkarnir og samansetingin av børnum broytist við jøvnum millumbilum, av tí at børn verða skrivað inn og út av stovnunum. Miðað verður tó altíð eftir, at børn, ið hóska saman, búgva saman.

Tórshavn, 28. januar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo