Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-005/2024 eftir § 52a í tingskipanini um orkudrykkir til børn og ung frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
- Metir landsstýriskvinnan, at tað er skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir?

- Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum?

- Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 18 ár?

- Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 16 ár?

Til spurning 1 og 2:
Landsstýriskvinnan í heilsumálum metir ikki, at tað er skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir.

Høvuðsorsøkin er høga koffeininnihaldið í orkudrykkjum. Lutfalsliga lága vektin hjá børnum og ungum og hálvliturs eindirnar av orkudrykkjum, ið er vanliga støddin, hevur við sær, at børn og ung skjótt fáa meira koffein í kroppin, enn tað, ið verður mett at vera trygt. Ovurnýtsla av koffeini kann hava beinleiðis neilig árin á heilsuna og menningina hjá serliga børnum og ungum, og hon kann vera vandamikil.

Í desember 2014 lat Fólkaheilsuráðið tilmæli um orkudrykkir til táverandi landsstýrismann í heilsumálum.

Tilmælini vóru, at orkudrykkir, sum innihalda miðnervalagsstimbrandi evni, so sum koffein, eiga at standa fyri seg í føroyskum handlum. Tað eigur at verða skeltað væl og virðiliga, at hesir drykkir innihalda stimbrandi evni, ið kunnu vera heilsuskaðilig í stórum nøgdum, serliga saman við rúsdrekka. Mælt varð frá, at børn undir 18 ár drekka hesar drykkir, og at foreldur eiga at halda eyga við, at børn teirra ikki drekka orkudrykkir.

Grundin er bæði, at hetta kann broyta svøvnlagið hjá børnunum og at stórar nøgdir, serliga saman við alkoholi, kunnu vera beinleiðis vandamiklar fyri hjarta-æðralagið.

Heilsustýrið hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at Heilsustýrið stendur við hesi tilmæli, sum verða dagførd í næstum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan legði í 2017 kunning út á heimasíðu sína um, at orkudrykkir ikki eru ætlaðir børnum at drekka. Í kunningarskrivinum verður m.a. sagt, at eitt barn, ið vigar 40 kg. (uml. 11 ár), ikki eigur at fáa meira enn 100 mg av koffein um dagin. Ein orkudrykkur á 0,5 l inniheldur vanliga 160 mg koffein.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tí børnum frá at drekka orkudrykkir, á sama hátt sum matvørustýrið í Danmark.

Fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum, metir landsstýriskvinnan, at ávaringarteksturin á orkudrykkjum týðiliga og greitt eigur at vísa, at talan er um ein stimbrandi drykk, sum kann ávirka sinn og likam, og ikki ein leskidrykk, ei heldur ítróttadrykk. Harumframt eru fleiri átøk, ið eiga at verða sett í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.

Landsstýriskvinnan ynskir at taka málið upp politiskt, fyri at umrøða hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum. Nú er tað soleiðis, at orkudrykkir koma partvíst undir matvørur, ið er málsøkið hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum og partvíst undir fólkaheilsu, sum er málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Tað vil siga, at hetta er eitt mál, ið eigur at verða tikið upp í samstarvi ímillum hesi bæði ráðini og avvarðandi stovnar teirra.

Svar til spurning 3 og 4: 
Um forboð skal setast fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 18 ár ella børn og ung undir 16 ár, eigur hetta at verða gjørt við heimild í matvørulógini. Landsstýriskvinnan ynskir at fara í samskifti við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, um hvørji átøk skulu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.

Heilsumálaráðið, 14. august 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo