Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú stundar til kommunuval og ringt verður í eystur og vestur at fáa fólk á listarnar. Og enn er góð tíð, áðrenn listarnir skulu latast inn.

Men hvat sigur tú ja til ? Hvørja ávirkan kanst tú vænta at fáa í kommunupolitikki?

Vit skipa fyri tveimum tiltøkum fyri at lata fólk í til kommunuval. Tiltøkini eru almenn og eru ætlað øllum, sum eru uppstillað, sum umhugsa at stilla upp. Tiltøkini eru eisini til teirra, sum bert eru forvitin eftir at vita meir um kommunala geiran.

19. septembur kl. 19-21 verður tiltak um leiklut og uppgávur í kommunupolitikki. Tá luttaka borgarstjórarnir Eyð Ellingsgaard, Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, Vága kommunu. Tey fara at greiða frá um at virka í kommunupolitikki, um kommunalan rakstur, íløgur og menning. Gunnhild Persson frá Javnstøðunevndini kemur at greiða frá um støðuna millum kyn í kommunupolitikki, og hvønn týdning tað hevur at hava javna umboðan.

Tiltakið verður í hølinum hjá Sørvágs kvinnufelag, Ovarivegur 8, Sørvágur.

24. septembur kl 19-21 verður tiltak um tað millumkommunala, sum er grundvøllur fyri felags virksemi og áhugamál. Tá kemur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, at greiða frá, hvussu arbeitt verður fyri felags kommunalum áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og betri samstarvi millum kommunurnar.
Helma Maria Tróndheim greiðir frá síni gransking og starvi hjá SEV. Elfelagið Sev er millumkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga.

Tiltakið verður í hølunum hjá Norðoya kvinnufelag, Bøgøta 3, Klaksvík

Kvinnufeløgini vilja virka fyri javnstøðu í kommunupolitikki. Vit meta, at tað er av týdningi, at samfelagið er javnt umboðað í sínum nærdemokrati og á sínum felags grundvølli – í samspæli og mótspæli – til landspolitik.

Vegna Kvinnufelagasamskipan Føroya
Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna, umboð fyri Kongshavnar kvinnufelag
Erla Í Brekkustovu, næstforkvinna, umboð Kvinnufelagið í Havn
Karin Olsen, umboð Norðoya kvinnufelag
Annetta Saltá, umboð Tofta kvinnufelag
Marna Jacobsen, umboð Sørvágs kvinnufelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo