Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Meðan grøna elframleiðslan í januar 2021 var undir miðal orsakað av stillum frostveðri, er støðan heilt ein onnur í januar 2022. Grøna elframleiðslan royndist sera væl í váta og ruskuta veðrinum, og fyri fyrstu ferð fór samlaða framleiðslan úr varandi orku upp um 24 GWt ein einstakan mánað. Framleiðslan var yvir 80 prosent grøn í tilsamans 19,23 tímar.

Vatnorkan kom upp á 17,7 GWt, meðan vindur og biogass rukku ávikavist 5,7 og 0,9 GWt. Væl meira enn helvtin av vatnorkuframleiðsluni varð framleidd á Eiðisverkinum, sum kom upp á 10 GWt. Eiðisverkið stóð fyri einum fjórðingi av allari framleiðsluni í januar. Avfallsnøgdin í januar í ár var 340 mm, meðan hon bert náddi 179,5 mm í januar í fjør, máld á Fitjunum í Vestmanna.

- Øll vatnorkuverkini hava riggað væl og allar framleiðslueindir hava framleitt væl, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. Hetta er næstbesti mánaði nakrantíð tá ræður um vatnorkuframleiðslu, og bara januar 2020 hevur verið betri, tá vatnorkan kom upp á 18,03 GWt.

Býtið av orkukeldum í prosentum var ávikavist vatn 45, olja smá 38, vindur 15 og biogass góð 2 prosent. Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis sera høgur, og tilsamans nærkaðist nýtslan 39 GWt, sum er 4,4 prosent hægri enn í januar 2021. Hetta er triði mánaðin á rað, at elnýtslan liggur um 39 GWt.

Vindorkan í meginøkinum royndist eisini væl við eini framgongd á 35 prosent í mun til januar 2021. Miðal vindferðin í Húsahaga var 14,8 m/sek í januar 2022, í mun til 7,8 m/sek somu tíð í fjør. Miðal vindferðin í Neshaga var 15,2 m/sek í ár, í mun til 8,3 m/sek í januar í fjør.

Suðuroy
Í Suðuroy royndist framleiðslan úr bæði vindi og vatni væl: vatnorkan var 100% betri, og vindorkan 63% betri enn sama mánað í 2021. Tilsvarandi var termiska framleiðslan á Vágsverkinum 27% minni enn í 2021. Býtið í Suðuroy var 57% termisk orka og 43% varandi orka.

Sólorkuskipanin í Sumba royndist ikki eins væl í januar í ár og í fjør. Hetta kemst av, at lutfalsliga nógvir klárir dagar vóru í stilla kavaveðrinum í fjør. Skipanin framleiddi 1,24 MWt í januar í ár, í mun til 1,90 MWt í fjør.

Tilsamans 3,3 GWt vórðu framleiddir í Suðuroy í januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo