Fleiri lokalar fyritøkur í Klaksvík eru við í smápartafelagnum Íløgufelagnum Víkini, sum júst er stovnað, og sambært keldum skal vera við til at byggja nýtt gistingarhús í Klaksvík.
Tað hevur áður verið frammi, at ætlanir eru um at byggja gistingarhús við 80 kømrum fyri góðar 100 milliónir krónur. Gistingarhús er eisini partur av miðbýarætlanini fyri Klaksvík, sum varð gjørd í 2015.
Fyritøkurnar sum er við í Víkini eru partafeløgini Look North, Klaksvíkar Sleipistøð, Blikksmiðjan og Føroya Bjór og smápartafeløgini H.J. Asfalt, Netto, Kanjon, EL-IN, Fuglø Arkitektar, Ågot, Fonn Flog, Victor á Lakjuni, TTS, Árni Jacobsen og KBI.
Frimodt Rasmussen er nevndarformaður og Kjartan Hansen, yngri, er stjóri.
Partapeningurin er 50.000 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo