Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Einaferð, fyri áleið 15 árum síðani, ringdi ein listarmaður og spurdi, um eg kundi keypa ein málning ella eitthvørt frá honum. Hann lá fyri at fara til eina basskonsert í Keypmannahavn, men fíggjarfæið rakk ikki, og nú helt hann, at mentamálaráðharrin, sum sat, kanska átti at gjørt honum ferðina møguliga.

Hesin listarmaðurin er av Glyvrum og búði tá úti í Heiðunum – innarlaga í Grannatúni. Ein snikkari í grannalagnum og eg løgdu leiðina framvið í einum rugbreyði, ongin kundi vita hvussu nógv tað keypta fór at skroyva upp á heimferðini aftur, tað ráddi um at vera væl koyrandi og skøddur. Sigast skal, at vit fingu eitt upplivilsi, sum hvørgin gloymir aftur nakrantíð. Har undir syllunum opinberaðist fyri okkum hvussu ein kunstnari kann hugsa og liva, og hvussu ólíkur hesin kann vera tí, sum vit halda vera normalin í stereotypa gerandisdegnum. Øll hava vit okkara serheitir, men ta einu løtuna var hann burtur, tá sat hann inni í evarska lítla spísikamarinum og mediteraði. Seinri spældi hann ravmagnsbass og ikki fyrrenn hann hevði tendrað tey gott og væl stórthundrað stearinljósini kring um í stovuni herjaði hann á trummusettið, mær gav hann bassguitarin, og vit – keypandi gestirnir - vóru um at gerast heilavillir av dundrinum og antifascistisku tekstunum hann legði fram á torg. Orðunum bagdi onki, men styrkin í desibellinum var sum at hoyra ljóðið frá einum bumbuálopi á Aleppo. Tað var ikki sørt, at associatiónirnar rukku aftur til Vincent van Gogh. Niðurlendska post-impressionistin og flogvitið í málningalist.

Bráðliga bráðtagnar kunstnarin, og nú skal handilin gerast. Vit eru fermenningar Heiman úr Stovu og tosa nakað um slekt – um teir ymisku variantarnar, sum eru farnir á flog úr arvamassanum, og sum í ymsum sosialum kringumstøðum hava fingið allar hesar ymisku løðingarnar á diverse rókum í samfelagnum. Her vantar nakað av strukturið, tað skilst á øllum brøgdum – kortini er høvdið – intellektið - í lagi og væl tað. Bygdarmaðurin Øssur er listarmaður í tónum, orðum og skapandi litum. Í løtuni vit vitja hann, hugsavnar hesin gitni bassspælarin seg fyri tað nógva um eina basskonsert á flatlondum, og fíggingina skal eg fáa honum til vega við at keypa okkurt av tí, sum hann hevur evnað til ella málað hesa seinastu tíðina - ella nakað fyri tað. Valið fellur á linoliumsskurðin “Týningarlegan.” Gjørdur í 1997. Sagt verður, at tað er sálarstøða málarans, sum vellir fram á løriftum og í skurðum, og her hevur lagið ikki verið tað besta, beru skallabeinini á tí sama høvdinum í skiftandi støðum hyggja sorgblíð og í máttmiklari angist út í rúmið, út ímóti tær og mær og okkum øllum í samfelagnum. Listarmaðurin fekk fyri eina bassferð og meiri enn tað.

Vit báðir grannarnir innanvert Gjónna vóru eitt gigantiskt upplivilsi ríkari, tosa javnan um tað, og komnir í túni aftur helt onkur hjástaddur fyri, at so nógv svørt sálarstúran var í myndini, at hon hevði verið best farin sum útløgufressaforskrekkjari í bilhúsinum norðanfyri húsini á matr. no. 42b á Glyvrum. Meira um tað seinri.

Skyldmaðurin hevði valt at brúka sítt lív til tað, sum hann hevði og hevur skil fyri, og tað er ikki altíð at so er, minni enn so. Alt ov ofta er tað soleiðis, at mangur fæst við boga, ið er ikki mentur upp at toga. Tað hendir júst í hesi løtuni, tí hann sum nú hevur orðið eigur ikki minsta skil fyri málningalist, kortini eru fólk farin at halda, at ein borgarstjóri skal hava skil fyri øllum, ella at hann skal duga at spæla aktuella leiklutin, sum um, líkamikið hvussu sjóvarfallið liggur og hvar og í hvørjum høpi hann er staddur. Tað er en stór misskiljing, tí átti onkur betri kálvføddur júst á hesum mótinum at flutt fram røðu ídag. Men táið onkur nú helt, at so skuldi vera, fari eg at nýta høvið til at fegnast um, at fyrst Lions-felagsskapurin, og nú Skótaliðið, í øll hesi mongu árini hava átikið sær leiklutin at skipa fyri hesi afturvendandi páskaframsýningini í Runavík. Hitt hugbjarta við hesum er eisini, at skótaliðið aktivt roynir at røkja fíggjarligu lunnarnar undir stóra virkseminum í nýggja Skótahúsinum, ið ikki eigur sín líka í landinum. Har leggja oddvitar dag og dagliga sítt hjartablóð, sína idealismu, sína frítíð, - og í einum landi, har so fá eru til at lyfta byrðarnar, fæst onki at hanga saman, um ikki tey flestu átaka sær fleiri samfelagsfremjandi leiklutir. Í hesum førinum gongur tað sjón fyri søgn, tað gongur heilt væl at koma undir land, undan skuldabyrðuni av einum lutfalsligum stórtaki, bara filantropiskum knúgvafeitti og góðari hjálp fyri at takka.

Vit hoyra mangan ymisk sjónarmið um hvussu ein listaframsýning skal vera háttað. Helst hava øll onkra meining um hetta, eisini um list yvirhøvur. Gott at so er, og gingu hesar bylgjurnar ikki høgt av og á, var listin ikki annað enn akademiskur andsfimleikur hjá einum eksklusivum skara av frøðingum, sum stútt og støðugt sita uppi í torninum sum sjálvskipað dómaratribunale, tað er sanniliga ein leiklutur sum teir – listfrøðingarnir - eiga at átaka sær, væl er at so er, men listin má út til fólkið, og onkustaðni mega spírarnir sleppa at spretta úr svørðinum, annars er ongin rekruttering til elitera hópin av listarfólkum. Havi altíð skilt ætlanina við hesi framsýningini soleiðis, at her er frítt slag, høgt til loftið og vítt til veggja. Ongin nevndur og ongin gloymdur. Heldur tú teg hava evnini at brúka blýantin ella pensilin, so eigur tú møguleikan at koma fram fyri fólksins dóm, júst í dag, størsta dagin í kirkjuárinum, í kristna heiminum, har okkurt bar til, sum ongin hevði gitt um frammanundan uttan onkur serlingur av einum spámanni í Gamla Sáttmálanum. Dagurin har lívið vann á deyðanum. Her á bróstunum er onkur roynd og nógvar royndir. Leik og lærd umboðað. Hevði bara ein teirra ment seg upp í tann elitera klassan, hevði nógv verið vunnið, og framsýningarhátturin – hin lága gáttin - hevði tænt sínum endamáli.

Teir stóru málararnir komu einaferð úr undirskógini. Ofta væl hjálptir av øðrum, sum sótu ovari í føðiketuni. Nú er hann eitt óvanligt talent, men eg hugsi um navnan Torbjørn Olsen, sum í sjónvarpaðari dokumentarsending fyri kortum tosaði um áhugan Ingálvur av Reyni hevði fyri hansara fyrstu royndum, og hvussu væl hetta hjálpti honum. Tann stóri meistarin Ingálvur kendi tunga vegin niðan á heyggin, og komin niðan hagar kundi hann bara sitið har einsamallur, men tað var ikki fasongurin hjá hesum stóra menniskjanum og manninum, sum á søguslóðini man fara at standa sum tann heilt stóri málarin og endurnýggjarin av føroyskari málningalist. Maðurin var í heimsklassa. Tað hevði hann eisini verið sum sangari, hevði kósin ligið tann vegin.

Vit minnast øll hendan fryntliga mannin, sum gekk og slotaði eftir listarligum ýtum í havnargøtum. Heilsaði uppá Guð og hvønn mann. Hann var vorðin áttati ára gamal, táið eg hitti hann fyrstu ferð, og rættiliga tosaði við hann. Tað var í atelieri hansara, og eg var ikki ørindaleysur. Mentamálaráðið hevði júst tikið avgerðina um at lata honum Mentanarvirðisløn landsins fyri árið 2000, og mentamálaráðharrin ynskti sjálvur at siga honum frá hesum undir fýra eygum. Tað er ikki til at vita hvussu fólk í hesum aldrinum taka ímóti boðum av slíkum slag, tí var spenningurin stórur. Komin inn í univers hansara, avtaklað við ávegis málningum, kom eg á tal við hetta stórmenni undir keppi og í málarakitlinum og einum pensli í hondini, skoðandi nýggjar og øðrvísi rásir í málninginum, sum júst var undir skapan. Hann var alt annað enn sannførdur um, at hann var hin rætti til hendan størsta heiðurin, sum Føroyar kunnu geva einum listarfólki. Eyðmjúkleikin lýsti úr sál hansara, hann metti seg bara sum part av øllum, og eftir drúgva løtu og nógva togan fekst hann kortini at ganga við til at verða heiðraður av Føroya fólki. Tann handanin í Norðurlandahúsinum gjørdist eitt av hæddarpunktunum í lívi mínum, og eg havi mangan hugsað tankan seinri, hvussu stór vanlukka tað hevði verið fyri mentanarlív landisns, um júst hesin maðurin ikki fekk hendan heiðurin fyri lívlátið í 2005. Tað hevði verið eitt stórt vakuum í mentanarsøguligu annalunum. Sjálvandi var hann serliga evnaríkur á hesum mótinum, men eisini hansara ferð ímóti tindunum byrjaði við fyrsta skotinum, sum bresti upp úr svørðinum.

Tað er so ymiskt hvussu talentini falla, men har sum menniskju eru, renna stútt og støðugt runnar úr turrari jørð, sum spámaðurin í gomlu paktini tók til. Á ymsum mótum. Annars fekst ikki alt at hanga saman. Á hesi framsýningini hevur øll árini verið vøkstur í vavi og mennandi gróður. Her eru runnar, hvørs bløð gerast fagrari og fagrari fyri hvørt árið sum verður hespað á tíðarmálið.

Tey flestu hava ivaleyst onkuntíð roynt seg við blýantinum ella penslinum. Um ikki annað í loynikamarinum. Tað hevur røðarin eisini, men hann fann skjótt útav, at í mun til skyldmannin Heiman úr Stovu var tann keldan turr. Skróvturr. Tríggir “málningar” komu kortini burturúr hesi seksti árini, sum higartil eru vundin á tíðarsnælduna. Hin fyrsti málaður í kappróðrarneystinum á Glyvrum fyrst í hesari øldini, hann fekk heitið “98”, motivið var eitt gamalt hoyggjhús í Syðrugøtu, sum fór so illa í ódnunum fyri góðari fjerðingsøld síðani, at tað datt niður, annar bleiv málaður á Vaglinum í SMS og fekk heitið “Grát mítt elskaða land” og hin triðji var av kúnni, sum teir har norðuri leigaðu úr Svínoy, tá Hennara Hátign Drotningin var og vitjaði í Depli á sinni. Høvini vóru vælgerandi og hevði eg ikki verið uppboðssøluhaldari sjálvur í tveimum av førunum, høvdu teir báðir málningarnir helst havt fungerað sum útiløgufressaforskrekkjarar í bilhúsinum hjá mær sjálvum síðani. Teir vórðu seldir fyri einar 25 túsund krónur tilsamans, allir, men høvdu mamma, ein íðin tjóðveldiskona av Eiði og mín gamli floksfelagi frá sjómansskúlatíðini, Kjølbrostjórin Hanus Hansen, ikki verið so rúm í vælgerðini til Kappróðrarfelagið NSÍ, Psykiatriska Depilin og KÍ, so stóð mín signaturur ikki á nakrari mynd sum hongur uppi ídag. Fann skjótt útav, at eg ikki var ein spíri sum hesi, ið taka seg fram í hvørjum taki ár eftir ár við Løkin í Runavík. Nú Kór Glyvra Kirkju hevur lagt leiðina framvið ídag, skal nevnast, at eitt stórtalent kom undan kavi í Kappróðrarneystinum, táið vit fóru úr einum millenninum í eitt annað fyri 16 árum síðani. Tað var pastorurin Bjartalíð. Hann málaði Ferðina til Emmaus, ein páskameditatión, har aktørarnir flyta seg í sóljugula ljóshavinum, og hesin setti met á uppboðssøluni, táið Jónsvein Knudsen, sáli, keypti frálíka góða málningin fyri slakar 11 túsund krónur. Pastorurin átti kanska at tikið pensilin framaftur ein av døgunum, tí umframt so mangt annað er hann eisini sera dugandi á hesum økinum.

Tíðin soldar frá og til, alt eftir evnum, dygd og áhuga. Ímorgun sat eg undir linoliumskurðinum hjá Øssuri Johannessen bara við kaffi, balli og teldu, og royndi at finna eina slóð út higar til Løkin. Tað sigur ikki so lítið um hvussu ymisk vit eru, og hvussu ymiskt vit meta um heimsins mannaskaptu lutir, at myndin, sum einaferð bleiv skýrd sum mikil frensaræðari, av einum listfrøðingi fyri kortum varð mett at vera í heilt serligum dygdarklassa. Áðrenn tað hevði hon fyri drúgvari tíð síðani fingið heiðurspláss á bróstinum í stovuni inni á Langanesi, og har kemur hon at liva meg av. Skyldmaðurin rópar eitt tónleikastykkið á bassinum fyri “Out of Control”, kanska hava vit øll tørv á, so av og á, at fara út um egin mørk fyri at finna teir originalu og skeivu vinklarnar innar til lívið aftur, at lata pendulið sveiggja nakað meiri, listarfólkini og vit onnur, sum ikki eiga tey evnini í sál okkara.

Við hesum fátæku orðum seti eg hervið páskaframsýningina, og fari til alra seinast at ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo