Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað sær út til, at Mentamálaráðið stendur í vegin fyri, at børn í Føroyum ikki kunnu fáa eftirnavnið hjá sammóður teirra. Onkur skrivar longu nú á Facebook, at tað er bara eitt navn. Men ímynda tær, at tað var tú, sum ikki slapp at bera eftirnavnið hjá tær víðari.

Hinvegin var tað ein lætti at hoyra ovasta myndugleikan í fólkakirkjuni, bisp, tala so greitt í Degi og Viku. Bæði um veruleikan og mismunin, sum samkynd foreldur eru fyri. Syndarlig støða, kallaði hann tað.

Hetta er ein løgfrøðilig fløkja og burdi verið ein avgreiðsluspurningur. Tí vit hava samtykt, at sammøður skulu hava somu rættindi sum onnur foreldur. Men sum vit øll vita, so eru sterkar kreftir, sum vilja forða fyri, at samkynd og børn teirra fáa javnrættindi í hesum landinum.

Tí havi eg í kvøld sent fyrispurning til Jenis av Rana, landsstýrismann, har eg m.a. vil hava at vita, hví børn hjá samkyndum foreldrum ikki kunnu skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður.

Eg haldi, at vit øll eiga at minnast aftur á, hvussu summi (táverandi) landsstýrisfólk og løgtingsfólk í samgonguni stríddust ímóti javnrættindum til samkynd og børn teirra á jólum í fjør. Enn er stríðið fyri javnrættindum ikki vunnið, og tað vóru orðini hjá bispi í kvøld ein álvarslig áminning um.    

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo