

Í desembur vóru brúkaraprísirnir í Danmark 8,7% hægri enn fyri einum ári síðani, tað vísa nýggj tøl frá Danmarks Statistik. Sostatt heldur inflasjónin fram við at falla, tí í novembur var hon uppgjørd til 8,9% og mánaðin framman undan 10,1%.
Eitt er sum tey kalla kjarnuinflasjón, og hon veksur tíverri. Kjarnuinflasjónin er tá matvørur og orka er tikið frá. Men tað er ikki óvanligt, at hesin parturin kemur nakað seinni enn restin, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo