Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

56 dagar eru farnir, síðan samgongan tók við tann 22. desember í fjør.

Eg haldi, at tað kundi gingið skjótari at fingið inflasjónshjálparpakkan í Løgtingið.

Ógvusligu príshækkingarnar hava vit vitað um í langa tíð, og tað er ikki nakað, sum er komið óvart á.

Nógv fólk og nógvar barnafamiljur eru sperd í hesum døgum. Prísvøksturin var 13,3 prosent í fjør. Breyðið er dýrari. Smørið er dýrari. Fruktin er dýrari. Grønmetið er dýrari. Kjøtið er dýrari. Kornvørur eru dýrari. Kaffi og te eru dýrari. Olja er dýrari.

Í síðstu viku vitjaði eg á Herberginum. Har søgdu tey, at tað eru fleiri nú enn fyrr, sum tekna seg til matarskipanirnar har. Tað vil siga, at fleiri fólk fara á Herbergið at fáa sær døgurða, og fleiri fólk spyrja um at fáa ein kassa við mati.

Somuleiðis eru tað nógv – serliga barnafamiljur og onkrir einstakir pensjónistar - sum spyrja um mat og klæðir frá Reyða Krossi, las eg í fjølmiðlunum í síðstu viku.

Eg ivist ikki í, at húsarhaldini gera sum heild sítt fyri at tillaga nýtsluna í hesum døgum.

Tað eru kortini húski og fólk, sum frammanundan hava so fáar pengar um hendi, at tey hava sera avmarkaðar møguleikar at tillaga seg til príshækkingarnar.

Løgtingið bíðar framvegis eftir einum uppskoti frá landsstýrinum.

Hetta hevur skund.

Landsstýrið eigur at seta meira ferð á arbeiðið, so tey, sum eru ringast fyri, fáa eina hjálpandi hond skjótast tilber.

Uni Holm Johannesen,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo