Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er fyribils ikki blivið, sum nógv høvdu væntað og vónað. Donsku brúkaraprísirnir sum seinasta árið eru farnir beint upp í loft, hava ikki rokkið toppin, men halda fram at vaksa. Í august mánað var prísvøksturin 8,9% í mun til somu tíð árið fyri. Í septembur var prísvøksturin 10% og nú gjørt er upp fyri oktobur er greitt, at vøksturin er 10,1%.

- Hetta eru øðilig tøl. Prísvøksturin er tann størsti í 40 ár og ger, at ein miðal barnafamilja skal av við nógv meira pengar, skulu tey hava sama livistandard. Hetta er ikki tað, sum vit høvdu vónað, sigur Jeppe Juul Borre, búskaparfrøðingur í Arbejdernes Landsbank.

Serliga el og brennievni eru vorðin nógv dýrari, ímeðan ymsar matvørur og gas gjørdis bíligari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo