Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ein áhugaverd listaframsýning verður komandi dagarnar í Smiðjuni í Lítluvík við listakvinnuni Ingu Samuelsen.

Inga Samuelsen, sum er ættað úr Havn og býr í Hoyvík hevur málað í eini 12 ár og sýnir fram akrylmálningar, sum allir eru málaðir tvey tey seinastu árini. Inga hevur sjálv funnið fram til henda serliga stíl í sambandi við útbúgving á listaskúlanum Bjørn Ignatius Øckenholt Billedkunstskole í Keypmannahavn.

Íblásturin til litríku og positivu myndirnar fær Inga úr náttúruni, úr bókum/bløðum, digitalum miðlum og úr gerandisdegnum og eru myndaevnini samansetingar av hesum. Liturnir eru nóvir og sterkir og spæla væl saman.

Inga hevur 30 málningar við á framsýningini.

Framsýningin letur upp í dag kl. 16 og hevur opið soleiðis:

Fríggjadag 25. aug. kl. 16-19

Leygardag 26. aug. kl. 10-17

Sunnudag 27. aug. 14-18

Mánadag 28. aug. 10-18

Týsdag 29. aug. 10-18

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo