Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi danski ráðharrin í integratiónsmálum, Inger Støjberg, er dømd 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í ríkisrættinum í dag.

- Hon visti, hvat hon gjørdi, og varð ávarað av sínum embætisfólki um, at tað var lógarbrot, segði formaðurin í Ríkisræddinum, Thomas Rørdam, millum annað tá hann las dómin upp.

Tað var í 2016, tá hon var ráðharri í stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, at Inger Støjberg fór undir mannagongdina at skilja flóttarfólkapør sundur, har annar, sum oftast ella altíð kvinnan, var blaðung, tað vil siga undir 18 ár. Tað gjørdi Inger Støjberg, hóast hon fekk at vita frá sínum embætisfólkum, at tað helst var ólógligt. Og tað var onki undantak givið, heldur ikki um parið átti børn.

Ríkisrætturin hevur nú staðfest, at hetta var brot á bæði danska lóg og europeiska mannarættindasáttmálan, og hevur dømt hana í 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. 25 av teimum 26 dómarunum atkvøddu fyri at døma Inger Støjberg.

Dómurin kann ikki kærast, tað vil siga, at hon skal inn at sita.

Allur dómurin kann lesast her

Í 1995 var fyrrverandi løgmálaráðharrin Erik Ninn-Hansen dømdur í einum líknandi máli um familjusamanføring. Hann fekk fýra mánaða fongsulsrevsing, men dómurin varð gjørdur treytaður, tí hann var blivin so gamal og hevði ringa heilsu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo