Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Ingi Mittún er starvsnevndarlimur í Sambandsflokkinum og næstformaður í Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.

Hann hevur konu og 3 børn og er ættaður, uppvaksin og búsitandi í Havn, men hevur eisini sterkar røtur til Selatraðar, haðani mamman er ættað.

Ingi er búskaparfrøðingur, útbúgvin Cand.Merc.Dat., sum er ein útbúgving innan búskap, leiðslu og teldufrøði. Hann hevur upprunaliga bankaútbúgving og hevur starvast bæði innan privatu vinnuna, m.a. í alivinnuni, og innan tað almenna. Seinastu árini hevur hann starvast sum fíggjarstjóri á Landssjúkrahúsinum.

Ingi vil m.a. arbeiða fyri:

- Børn og ung skulu raðfestast fremst, greiða má fáast á hvat tað er sum ger, at so nógv av okkara børnum hava ilt í sálini.

- Familjurnar mugu hjálpast: Inflatiónin er høg. Prísirnar fyri vanligar gerandisvørur eru farnar so nógv upp, at tað er trupult at hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman, umframt at rentan er farin upp.

- Umhvørvi má raðfestast høgt, nógvar vindmyllur eru settar upp seinasta valskeiðið. Tó eiga vit framhaldandi at arbeiða fram í móti, at tað almenna og privata gerast alsamt meira grøn.

- Framhaldandi trygd í NorðurAtlantarhavinum og rundan um Føroyar, nú kríggj er í Europa. Sambandsflokkurin vil Ríkisfelagsskapin og NATO. Hesi eru við til at skapa tryggleika í okkara øki!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo