Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarlig fólk við vanligum viti og skili harmast grátandi børn og møður veitrandi á keiini og teirra keddu fedrar fram við lúnningini umborð, tá okkara trolarar loysa og fara eystur í Barentshavið at fiska í mánaðvís.

Skilnaður, saknur og longsul eru prísurin, ið fiskimenn gjalda, tá teir føða okkara vælferðarsamfelag. Teir eru ikki heima, tá teirra børn verða fødd, fylla ár o.t.

Borgarlig fólk síggja okkara 4-5 trolarar í Barentshavinum sum ein týðandi fimtapart (20%) av landsins fiskivinnu og hennara útflutningsvirði.

Hesir trolarar, teirra 250-300 topp-fiskimenn føra aftur til Føroya úr ísi, myrkri og illveðri í Barentshavinum eini 15-20.000 tons av fiski, t.e. fyri 5-600 mió kr árliga í útflutningsvirði, sum føroyingar liva av.

Hetta útflutningsvirði svarar til helvt av tí, Skúla- ella Heilsuverkið kostar.

Einoygdir sosialistar og ‘religiøsir’ klimafanatikarar sum Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir o.o. í Javnað, Tjóðveldi og Framsókn fingu valdið til valið (tillukku við tí).

Tey billa sær sjálvum og sínum veljarum inn, at okkara skip, fiskimenn, teirra familjur, útflutningsvirði, 100-tals arbeiðspláss í góðsking á landi og í hjávinnum, at alt hetta kann umroknast, keypast og seljast í CO2-virði.

Tey trúgva, at á vágskálini til fiskiskap og CO2-virði er Føroya høvuðsvinna eitt tap og útreiðsla í teirra ‘cost-benefit’ greining av klimaidioti.

Lukkutíð tvingaði valið 8. des og tann farna borgarliga samgongan teir skinklandi tá andstøðu- og nú samgonguflokkar til at kíka framhald av Ruslandsáttmálanum (júst sum Noreg sjálvsagt gjørdi).

Ingilín D. Strøm skjeyt upp undan valinum at lata føroysku trolararnar eystanfyri liggja í norskum havnum, og so lata manningarnar flúgva til og frá arbeiði. (So kann flogfars-CO2 dragast frá hýruni, ella hvat?).

Ikki bert fiskimenn, men føroyingar flestir flentu hart at tí akademiska dárskapinum.

Hvør høna skilir, at slík skipan hevði latið Noreg yvirtikið føroysku kvotuna eystanfyri.

Nú er Ingilín eftir eitt rokval (tillukku!) sett sum landsins ‘Ministari í CO2 og (sum frálíður) í orkuskamtan’ (X litrar av bensini, húsolju, el-orku pr. mánað osfrv).

Í 2024 senda Føroyar helst 1% av BTÚ (= 250 mió kr) til korruptar diktatorar í Afrika sum klimastudning. Teirra trælir halda tó fram at ganga nakin og brenna fílamykju.

Eini 3-4 nýggir føroyskir trolarar eru nú í gerð í Noreg fyri 400 mió kr hvør í miðal til komandi fiskiskap eystanfyri, tí verandi floti er vorðin eldri og brennir ov nógva olju.

Hvussu hava sosialistisk samgongutingfólk ímyndað sær, at hesi skip skulu forrentast, um vit missa Ruslandssáttmálan?

Samgongan minnir um bóndan, sum kipti hønuna, ið varp gulleggini, ístaðin fyri at hjúkla um og fóðra hana, so hon helt fram at verpa.

Hvussu hugsar samgongan, at hesi skip skulu gjalda 1,50 kr og meiri í veiðigjaldi (svarar til 4-5 kr/kg í flaki), uttan at tað minkar manningapart og skaðar rakstur?

Ein fær fatan av, at ein ávís øvund (sosialisma er jú øvund sett í politiskt system) er millum landsins politikarar og ráðgevar, tí tey halda, at okkara fiskimenn eystanfyri tjena ov nógv sammett við alment løntar topp-pamparar.

Man ikki miðal inntøkan hjá okkara fiskimonnum (íroknað avloysarar) vera minni enn lønin hjá løgtings- og serliga landstýrisfólkum, ja enntá teirra ráðgevum?

Men eitt stendur fast: Ein føroyskur trolaramaður fær lættari kjans og størri inntøku við norskum skipi eftir eina telefonsamrøðu til eitt norskt reiðarí,(og so kanska flytur hann til Noregs við familju), enn tað er hjá einum føroyskum politikara ella akademikara at fáa líka gott og væl lønt arbeiði í Noreg sum í Føroyum.

Júst hesa hópflukt av fiskimonnum upplivdu vit úr Føroyum í 90-árakreppuni, eftir at sosialistiska samgongan 1985-88 hevði koyrt 15 nýggj kemikaliu- og farmaskip og so 20 nýggj skip í ‘svartkjaftaævintýrinum’ á heysin og kleyrað tey av landinum við 5 mia (.e. 5.000 míó) kr í samlaðum tapi. Hetta koyrdi Føroyar um koll 5 ár seinni.

So tit í nýggju samgongu: Ansið eftir, at tit ikki pína føroyskt vinnulív, fiski-, ali-, handils- byggi- og tænastuvinnu við veiði-, tøku-, CO2- o.ø. avgjøldum og skatti.

Vinnulívið í borgarligum eygum er sum ein mjólkkúgv, ið bert gevur optimalt avkast til vælferð til øll, tá hon verður hjúklað um, fóðrað væl og røkt við størstu umsorgan.

Gott nýggjár!
Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo