Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hoyra vit aftur í miðlunum, at Bústaðir einki avkast skal hava.

Talan er um uppskot, sum Ingilin Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum, hevur lagt fram um, at Bústaðir skal sleppa at gera tað sum teir ”vilja”– uttan at nakar blandar seg uppí.

Eitt pikalítið avkast á 3-5% ger leiguna sera dýra, verður sagt.

Hetta er sjálvsagt púra burturvið.

Ingilin førir fram, at ein almennur grunnur við ognum fyri fleiri 100 mio. kr. skal einki avkast geva, hóast somu politikarar hava heitt á føroysk eftirlønarfeløg um at seta pening hjá Palleba í fastognir hjá Bústaðir og gerast fátækari.

Øll landsstýrisfólk fáa 15% í eftirløn, sum verður plaserað í annaðhvørt Lív ella Betri. Har tey í miðal seinastu árini hava fingið 3-5% í árligum avkasti.

Tí kann man bara spyrja landsstýrisfólkini: kunnu tit ikki bara byrja við, at fáa flutt tykkara egnu eftiløn í fastognir hjá Bústaðir til 0% í avkasti?

Lív ella Betri kundu til eina og hvørja tíð gjørt eina 0% avkastpulju til landsstýrisfólk.

Aftur her kann bara staðfestast, at tað sum Javnarflokkurin førir fram, eru tóm orð.

Ingilín Didriksen Strøm átti heldur at hildið seg til sítt yrki innan bókmentir, heldur enn at gera seg klókan uppá prísáseting og grundleggjandi búskaparfrøði.

Tað er nemt at spæla jólamaður við pengunum hjá hinum.

Hetta lóggaruppskotið er dupultmoralskt og ger føroyska skattgjaldarin og Føroyar fátækari – ímeðan hennara egna skattafíggja eftirløn skal geva henni sjálvari eitt avkast.

Um tit meina hetta seriøst, kundu tit byrja við at plasera tykkara egnu eftirløn í Bústaðir.

Tí er mín inniliga áheitan á landspolitikkarar um at hugsa seg um, áðrenn slíkar skaðiligar avgerðir verða tiknar.

Seti tykkum inn í tingini, áðrenn tit handla.

Pensjonistur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo