Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, undrast, nú tað er greitt, at Sjóvinnustýrið flytir úr Vágum, og hann vil hava málið lýst út í æsir.

- Tað virkar sera undarligt, at bygningurin hjá Jim S knappliga er púra óbrúkiligur, tí so vítt eg veit, hava fyrrverandi leigarar ikki havt eitt ilt orð at siga um bygningin. Havi sjálvur tosað við ein fyrrverandi leigara sum húsaðist har í seks ár, og hesin skilir onki, tí tá var onki galið við bygninginum ella inniklimanum, sigur Ingolf S. Olsen í viðmerking við VP.

Hann vil hava eina frágreiðing frá Poul Michelsen, vinnuráðharra, upp á íkomnu støðuna.

- Ítøkiliga fái eg lítið annað gjørt enn at brúka mínar møguleikar at seta fyrispurningar í tinginum, og tað ætli eg mær at gera. Eg kenni næstan bara málið frá miðlaumrøðuni, og vil hava faktuellu viðurskiftini betur lýst.

- Men í fyrstu syftu tykist tað løgið fyri mær, at tað ikki er eydnast at gera eina avtalu við útleigaran um neyðugar ábøtur, tí hann hevur alment sagt seg vera til reiðar at gera tað, sigur Ingolf S. Olsen.

Tjóðveldistingmaðurin óttast tó ikki, at Sjóvinnustýrið verður verandi í Havn, um tað flytir suður nú.

- Sjóvinnustýrið er staðsett í Vágum, tað er ein politisk avgerð tikin um tað. Vit seta 10 milliónir krónur av á fíggjarlógini yvir tvey ár til eitt spildurnýtt Sjóvinnustýri, og tað liggur rimmarfast, at tað verður bygt í Vágum.

- Byggingin verður væntandi liðug um eini tvey ár. Men tað skulu betri grundgevingar til at flyta Sjóvinnustýrið úr Vágum, meðan bíðað verður eftir nýbygninginum, enn tær eg enn havi fingið, sigur Ingolf S. Olsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo