Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2021 til januar 2022 var 9,4 milliardir krónur. Tað er 1,4 milliard krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 507 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Um januar 2022 verður samanborin við januar 2021, er prísvøksturin umleið 70%. 

'Rávøra til fiskavirking', t.e. heilur feskur og frystur fiskur, er vaksið 87%, meðan innflutningurin av maskinum og aðrari útgerð til vinnulívið er vaksin 33%.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo