



Hagstovan: Samlaði innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í 2020 er áleið tann sami sum árið fyri.
Vit hava innflutt fyri góðar 300 mió. kr. minni av olju í 2020 samanborið við 2019. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí innflutta nøgdin er vaksin.
Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørumr, so sum innbúgv og hvítvørur, sum er vaksin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo