Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin til og við juli er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 4,9 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 10%.

Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 158 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 37%.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 10% meira er innflutt av hesum vørum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo