At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lovi tykkum, at henda greinin verður mín stytsta higartil í VP í 2023 - 24.

KvF hevur nú ikki sleikt Hamas so skammleyst í seinastuni sum vant. Men tó.

Kritikkleysar lygnir frá Hamas og ST í KvF eru tó fleiri enn tíðindi frá IDF.

Sá hetta video-prátið á SkyNews (Aust) við ein samkyndan muslim í Svøríki.

Luai Ahmed heldur, at vinstrahall og islamar hata heimsins jødar mest.

Hann lýsir so livandi, hvussu stórur vandi Hamas-stuðul er fyri Vestanlond.

Hann ávarar inniliga okkum vesturlendingar ímóti at stuðla Hamas.

Eg o.o. hava skrivað nógv um stríðið millum kristin/demokratar og Islam.

Men ávaringar á skrift frá einstøkum Ísraels-vinum eru ikki nóg mikið.

Tað hættisliga er, at flest vinstrahall (80%) miðlafólk stuðla palestinum.

ST-felagskapurin, nú mest UNWRA, hevur ført kríggj móti Ísrael í 75 ár.

Ikki bert jødar í Ísrael og kring heim koma í lívsvanda av at stuðla Islam.

Islam er ein religiøs ideologi og deyðskultur, hvørs mál er at kúga heimin.

Eisini eru bláoygd miðlafólk ein deyðshóttan móti vesturlendingum.

100.000-tals islamar og sosialistar hava herjað vestanlond í 9 mánaðir.

10-tals mió muslimar búgva í Evropa og USA og eru ein sosial deyðvekt.

Lagghallur tíðindaflutningur fyri Palestina ímóti Ísrael er antisemitisma.

Tí verður hetta 7 min- stutta videoklippið sent vertum í KvF ígjøgnum VP.

KvF kann sum higartil bannlýsa tað, ið 50% av føroyingum hugsa um evnið.

Neyðarróp frá Luai Ahmed áttu tó at nert onkra nerv hjá m.a. John og Georg.

Tað reingist ikki, at vinstrahallir Hamas-fjepparar eru nútíðar jødahatarar.

Og tó, tit eru og verða diktatorar í okkara 80% almennu monopolpressu.

Tit avgera, um hin helvtin av okkum, ið fíggja KvF, vilja tendra ella sløkkja.

Vinaliga, hyggið nú at videonum. Tað ávirkar tykkum vónandi.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo