Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað er vorðið vanligt, at borgarstjórin bjóðar ítróttarfólki inn á gólvið, tá hildið verður, at tey hava gjørt okkurt heilt serstakt fyri ítróttina, høvuðsstaðin og landið alt.

Og í gjár vitjaðu tey seks inn á gólvið, sum luttóku í heimsmeistaraskapinum fyri innirógvarar, umframt aðrir innirógvarar. Annika Olsen, borgarstjóri, helst stutta røðu fyri teimum, og segði m.a.:

- Hjartaliga tillukku til Jens Kristian við gullheiðursmerkinum - og eisini hjartaliga tillukku til Berg Dam Jensen við gullinum í Sprints Challenge.

- Føroyingar sigast vera føddir við ár í hendi, men vit hava vanliga róð á sjónum. Hetta við inniróðri hevur ikki verið so útbreitt sum nú. Og tað er einastandandi, at vit yvir lutfalsliga stutta tíð gera eitt stórplop upp í heimselituna.

- Vit vóru helst fleiri sum ivaðust í, um vit hoyrdu rætt, tá tíðindini bórust um føroyska luttøku í HM - heimsmeistaraskapi - í inniróðri í amerikanska býnum Alexandria í statinum Virginia.

- Jú, so sanniliga var talan um HM, enntá góðkent av altjóða róðrarsamgonguni. Einastandandi stuttligt og spennandi.

- Eg skilji á lagnum, at tit hava havt eyka spenning við tað at tøknin riggaði so illa, at tit ikki høvdu ánilsi av, hvussu tíðin hjá kappingarneytunum var, og at tað gekk so striltið at fáa úrslitini.

- Tess størri man gleðin hava verið hjá tykkum tá avtornaði og tit fingu úrslitini - tí ikki bara fingu tit eitt gullmerki í heimsmeistaraskapinum, men tit fingu fleiri onnur góð úrslit.

- Jens Kristian Dam vann eitt gullheiðursmerki á 2000 metra teininum, Ingibjørg Thomsen róði seg til eitt triðja pláss í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30 – 39 ár, hini fýra Toni Dam, Bergur Dam Jensen, Sarita Kristina Hansen og Elsa Magnussen stóðu seg somuleiðis sera væl.

- Og so var tað tann sokallaða Erg Sprints Challenge hildin sunnudagin, har kappast varð á 500 metrum. Har smæddust tit sanniliga ikki burtur og tit fingu øll heiðursmerkir - Bergur Dam Jensen gull, og øll hini silvurmedalju. Hetta taldi tó ikki við í heimsmeistaraskapinum.

- Hetta er einastandandi flott og vit fara við størsta áhuga at fylgja tykkum í komandi kappingum.

- Vitjanin her í dag er bara ætlað sum eitt herðaklapp og ein viðurkenning fyri tykkara góða arbeiði. Hjartaliga tillukku og bestu eydnu víðari, segði Annika Olsen m.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo