Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-016/2022 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Akstovuna, um hon skal flytast úr Klaksvík.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verður Akstovan flutt úr Klaksvík?
2. Um Akstovan verður flutt úr Klaksvík, hvagar verður hon so flutt?
3. Hvørji høli eru fingin til Akstovuna, um hon verður flutt úr Klaksvík?

Svar til fyrispurningin
Hølisviðurskiftini hjá Akstovuni í Klaksvík og í Runavík eru ikki nøktandi. Ætlanin er tí at bøta um viðurskiftini og at samla virksemið hjá Akstovuni á einum væl hóskandi staði ímillum verandi sýnshallirnar í Klaksvík og í Runavík.

Landsverk hevur uppgávuna at fáa til vega eitt leigumál til Akstovuna. Fyri at geva áhugaðum møguleika at bjóða og at útvega flest møguleikar er leigumálið boðið út. Freistin at lata tilboð inn var 26. august 2022. Innkomnu tilboðini eru ikki endaliga viðgjørd. Tí ber ikki til enn at siga, hvar Akstovan kemur at halda til í norður-eysturøkinum, ella um tikið verður av nøkrum tilboði.

Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella vera partur av bygningi, í tann mun tað er sambæriligt við virksemið hjá Akstovuni. Ætlaði bygningurin kann vera nýbygningur ella heilt ella lutvíst longu bygdur bygningur. Í útboðstilfarinum eru m.a. neyvari krøv til stødd, innrætting og kringumstøður hjá bygninginum. Miðað verður eftir, at Akstovan kann flyta inn í leigaðu hølini í seinasta lagi ársskiftið 2023/2024.

Í útboðstilfarinum er greitt frá, hvussu tilboðini verða vektað. Leiguprísur telur 50%, staðseting 20%, í hvønn mun bygningur er vælskipaður 20% og heildarbúskapur/burðardygd 10%.

Tinganes, 31. august 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo