Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KRIS & Sinnisbati: Stóra innsavningartiltakið, sum felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati í felag skuldu hava í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið, er útsett.

Orsakað av, at smitta er staðfest í toyminum, sum skuldi framleiða sendingina, hava vit valt at útseta. Tað eru ein ørgrynna av fólki, sum eru til arbeiðis eitt tílíkt kvøld; vertir, kamerafólk, ljóðfólk, teknikarar, telefonfólk v.m., umframt gestir og tónleikarar. Tískil meta KRIS og Sinnisbati tað vera skilabest at binda um heilan fingur, so vit ikki spjaða smittuna.

Sjónvarpssendingin er tí fyribils útsett til næsta leygarkvøld, 6. november.

Sendingin, sum er á tveir tímar, fer at lýsa arbeiðið hjá felagsskapunum, vísa hjartanemandi innsløg, men eisini undirhald og góðan tónleik. So hyggjararnir kunnu gleða seg, tí sendingin fær sikkurt bæði tárini og láturin fram.

Hóast tiltakið er útsett, ber til at stuðla týdningarmikla arbeiðinum, sum KRIS og Sinnisbati gera, longu nú. Tað kanst tú við at ringja á 905620 og harvið stuðla við 150 krónum ella gera eina bankaflyting.  Øll, ið stuðla, eru við í lutakastinum um góðar vinningar, m.a. ein bil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo