Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Høgi oljuprísurin ger, at Russland ikki merkir nakað til búskaparligu tiltøkini, sum vesturheimurin hevur sett í verk. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sambært Reuters.

Vesturheimurin hevur lagt seg eftir at keypa minni av olju og gassi úr Russlandi, men tað hevur verið við til at trýsta prísin upp, og tað er als ongin trupulleiki at sleppa av við oljuna aðrastaðni, sigur Sergej Lavrov.

- Olja er ikki nakað politiskt amboð, tí eftirspurningurin er altíð har, og vit hava aðrar marknaðir har eftirspurningurin er vaksandi, sigur russiski uttanríkisráðharrin.

ES hevur samtykt at minka innflutningin av russiskari olju við tveimum triðingum alt fyri eitt, og ætlar at minka innflutningin við minst 90% áðrenn árslok.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo