Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ársroknskapurin fyri Tórshavnar kommunu kemur fyri býráðið í kvøld. Samlaðu inntøkurnar í 2021 vóru 1.168 mió. kr, sum er 30 mió. kr, ella 2,6% hægri, enn inntøkurnar árið fyri.

Hækkingin í samlaðu skattainntøkunum stavar frá økingum í ávikavist kommunu-, partafelagsskatti og skatti av eftirlønarinngjøldum.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2021 vóru 895 mió. kr samanborið við 838 mió. kr árið fyri. Størsti útreiðsluvøksturin í krónum var á eldraøkinum.

Fólkavøkstur og fleiri familjur í kommununi hevur við sær økt barnatal, sum sæst aftur á dagstovnaøkinum.

Í 2021 blivu gjørdar íløgur í kommununi fyri íalt 193 mió.kr. Rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið fyri 2021 var eitt avlop á 60 mió. kr.

Játtanir at flyta fram til komandi ár er 16,5 mió. kr fyri rakstur og 159,6 mió. kr fyri løgur.

Langfreistaða skuldin við árslok 2021 var 249,7 mió. kr. Av hesum hoyra 240,7 mió. kr til Tórshavnar havn og 9,2 mió. kr til Tórshavnar kommunu.

Samlaði tøki peningurin við árslok 2021 var 214,6 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo