Roknskapurin hjá Vága kommunu fyri 2017 var góðkendur á býráðsfundinum tann 11. juni 2018.
Roknskapurin vísir eitt RLÚ uppá 21.342 t.kr. og eina útjavningarkontu (nettoskuld) uppá -44.255 t.kr. Langfreistaða lániskuldin við árslok 2017 var 60.8 mió.kr.
Inntøkusíðan var betri enn mett. Kommunan hevði eina meirinntøku í mun til ætlanina uppá 7,8 mió. kr. og øktar skattainntøkur samanborið við 2016 uppá 12,2 mió.kr.
Raksturin hevur seinastu trý árini ligið millum 68,5 mió. kr. og 73,4 mió. kr.
Í 2017 varð samlaði raksturin 70,3 mió. kr.. Hetta er 3,1 mió. kr. lægri enn í 2016.
Á løgusíðuni hevur kommunan brúkt 14,0 mió.kr. minni enn ætlað. Gjørdar løgur eru í høvuðsheitum avmarkaðar til umbygging av heiminum á Sýnuni og í byggibúning til bústaðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo