Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Iran hevur avrættað landsins fyrrverandi vara verjumálaráðharra, Alireza Akbari. Tað skrivar BBC.

Alireza Akbari var bæði iranskur og bretskur ríkisborgari, og hann varð í síni tíð handtikin tá hann kom aftur til Iran eftir at hava verið í Bretlandi í eina tíð.

Sjálvur hevur hann sagt, at hann bleiv píndur í varðhaldinum, fyri at viðganga at hann njósnaðist ímeðan hann var partur av ovastu leiðsluni í landinum.

Bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak skrivar í morgun í einum tweet boðum, at hann er skelkaður av at iransku myndugleikarnir hava gjørt álvara av at avrætta Alireza Akbari, og at tað fer at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini ímillum londini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo