Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Iranski forsetin Ebrahim Raisi er ikki ein maður sum rennur aftaná fjølmiðlunum, men herfyri eydnaðist kortini víðagitna CNN journalistinum Christiane Amanpour at fáa eina avtalu um samrøðu, í samband við at iranski forsetin er hjástaddur á ST aðalfundinum sum er í  New York í hesum døgum.

Christiane Amanpour ætlaði millum annað at seta Ebrahim Raisi spurningar um ófriðin í Iran, har ein 22 ára gomul kvinna herfyri doyði tá hon var í varðhaldinum hjá moralpolitinum, tí hon ikki vildi fjala hárið. Fólk í Iran siga, at kvinnan doyði, tí politiið fór so illa við henni.

Stutt áðrenn samrøðan skuldi vera komu boð frá forsetanum um, at tað bleiv ongin samrøða uttan so, at kvinnuligi journalisturin fjaldi hárið undir samrøðuni.

Men har gongur markið.

- Vit eru í New York, her er hvørki lóg ella siðvenja at fjala hárið við turriklæði, sigur Christiane Amanpour, sum sostatt lat samrøðu vera samrøðu.

Hon hevur annars áður fjalt hárið tá hon hevur gjørt samrøðu við iranskar stjórnarleiðarar. Tað gjørdi hon í 1998, tá hon gjørdi samrøðu við Mohammad Khatami, sum tá var forseti. Men tann samrøðan var gjørd í iranska høvuðsstaðnum Teheran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo