Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

IRF: Sum liður í upplýsingartilfari um umhvørvi og skiljing av ruski, hevur IRF gjørt eitt spæl og eitt hefti, sum er ætlað yngru børnunum.

IRF-spælið er serliga rættað móti børnum í aldrinum 4-12 ár, men er eisini væl egnað sum eitt familjuspæl, tí endamálið er at fáa bæði børn og vaksin at hugsa meira um burturkastøkið. IRF-heftið hevur ymiskar uppgávur til børnini at loysa um m.a. skiljing, endurvinning og endurnýtslu. Tilfarið er ment í samstarvi við Angelu og Hannibal.

Spælið og heftið verður latið yngru børnunum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt fáa allir forskúlar/skúlabólkar í limakommununum hjá IRF tilboð um at fáa tilfarið við skúlaársbyrjan.

Møguleiki er eisini at taka tilfarið niður: TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo