Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Ábendingar eru um, at økta talið av skaðum og fráfalli millum børn og ung í ítrótti kemst av øktum trýsti, sum børn og ung uppliva í dagsins samfelag. Ítrótturin skal ansa eftir ikki at viðvirka til økta trýstið á ungdómin, men í størri mun bjóða eitt frírúm og ein felagsskap, har børn og ung vera stuðla og ment. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum frá Ársins Ítróttatingið 2023, sum snúði seg um skaðar, trýst og fráfall millum børn og ung, sum íðka ítrótt.

Lars Erik Espedalen, ið granskar í barna- og ungdómsítrótti í Noregi, byrjaði dagin við at vísa á eitt rák, har alsamt størri dentur verður lagdur á, at børn og ung skulu menna seg til framtíðar avrik. Tey skulu gerast betur fyrr og fylgja eini langtíðarmenning. Sambært Lars Erik er hetta eitt skaðiligt rák. Hann legði dent á, at hetta ikki neyðturviliga er ein stórur trupulleiki í Føroyum - enn. Men hann legði dent á ”enn”, tí hann kennir seg sannførdan um, at tað er ein gongd, sum verður drivin av altjóða sambondum, og um vit ikki eru tilvitað um hesa gongd, er vandi fyri, at øll reka sama veg.

Annika Helgadóttir og Monika Mohr, sum hava gjørt eina kvalitativa kanning fyri Fólkaheilsustýrið um sálarliga heilsuna hjá ungum, vístu á sálarlig árin av trýstinum. Framtíðaravrik og langtíðarmál kunnu geva børnum og ungum eina kenslu av, at val og frával á ungum árum eru endalig. Tær vístu á, at ung í Føroyum uppliva høgar væntanir frá nógvum ymiskum lívsøkjum í senn, og at hetta skapar eitt økt trýst - helst eisini í ítróttalívinum.

Ung, sum í veruleikanum fyrst og fremst ynskja at vera partur av felagsskapinum, kenna á sær, at tey ikki tíma álvaran ella ikki klára at fylgja við ítróttarliga. Tey uppliva, at tað snýr seg um antin/ella. Antin skula tey leggja nógv meira tíð og orku í venjing, ella muga tey gevast.

Samlaða trýsið kann føra til mentala og kropsliga ovbyrðan ella fráfall. At liva upp til høgar væntanir krevur meira venjing, sum ofta ikki er nóg fjølbroytt. Kroppurin fær ikki ta hvíld, sum er neyðug, og so koma skaðarnir.

Bjarti Thomsen og Jóhan Esmarsson Heimustovu, sum umboðaðu Fysioterapeutfelag Føroya, greiddu frá, at føroyskir fysioterapeutar síggja eina gongd, har eitt vaksandi tal av børnum og ungum venda sær til teirra við skaðum, sum oftast eru úrslit av ov nógvari eintáttaðari venjing. Og at hesi gerast yngri og yngri. Fysioterapeutarnir vístu á, at við rættari og meira fjølbroyttari venjing kunnu minst 50% av slíkum skaðum fyribyrgjast.

Tað finnast ikki einfaldar loysnir, men eitt einfalt amboð, sum kann skapa forstáilsi fyri støðuni hjá tí unga, kann vera at gera eitt vikuligt skema, sum lýsir, hvussu nógv einstaka barnið veruliga venur. Og saman við foreldrum seta spurningarnar - er hetta realistiskt? Er rúm fyri stuttleika? Er rúm fyri hvíld? Er rúm fyri vinum? Skemaði kann eisini nýtast sum grundarlag í samskiftinum millum ítróttagreinar, feløg og sambond, sum øll hava tørv á at taka sjónarmiðið hjá einstaka barninum inn í teirra árligu planleggingar.

Týdningurin av at taka støði í barnsins sjónarmiði, og at partarnir kring børnini samskifta, kom greitt fram í práti við eitt foreldrapar hjá trimum børnum, sum vístu á, at bara eitt sindur meira samskifti helst kann minka munandi um trýstið, sum børn kunnu uppliva, tá fleiri ymiskir partar, í bestu meining, bjóða teimum alsamt fleiri og meira krevjandi tilboð.

ÍSF ynskir, at skapa eitt umhvørvi, har tíðspunktið, tá barnið velur eina ítrótt til ella frá, verður skumpað so langt fram sum gjørligt. Ikki tí tað gagnar samfelagnum ella ítróttafelagnum, men tí tað er tað besta fyri barnið, bæði her og nú, og í longdini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo