Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Einki ísfiskalínuskip er til fiskarí. Vantandi fer okkurt út, tá veðrið fer at batna. Øll frystilínuskipini uttan eitt eru til fiskarí.  

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna sum kemur.

- Streymurin batnar, men blívur ikki heilt góður. Veðrið verður óstøðugt, so tí er ikki vantandi at tað verður so nógv av útróðri, verður sagt.

Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiðu og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Ein liggur við bryggju.

Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu. Hini pørini fara út, tá veðrið verður betri. Fiskaríið hevur verður heldur frægari í seinastuni.

Fimm trolbátar eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Bátarnir fáa mest av havtasku, hýsu, toski og so nakað av hvítingi, upsa og flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo