Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og Pernille Rosenkrants-Theil, almannamálaráðharri, hava undirskrivað ískoytisavtalu um ættleiðing.

Danska stjórnin arbeiðir við at broyta donsku ættleiðingarlógina, soleiðis at heimildin at miðla altjóða ættleiðingar, sum í dag liggur hjá Danish International Adoption (DIA), kann leggjast til Ankestyrelsen at umsita, um hetta verður neyðugt.

Við ískoytisavtaluni verður tryggjað, at Ankestyrelsen eisini kann yvirtaka og viðgera føroysk mál um ættleiðing.

16. januar 2024 boðaði felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) frá, at tey fara at gevast við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum í løtuni tekur sær av at miðla ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo