Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Talvolympiadan í India endar í morgin. Seinasta umfar er altíð serliga spennandi. Úrslitið í síðsta dystinum er avgerandi fyri endaliga úrslitið

Úrtøkan gjørdist til ein sigur og tvey tap fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið til NM kapping í Noregi

So bragdaði aftur hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India

Vit hava í løtuni mótrák á talvolympiaduni í Chennai. Dysturin móti Oman í níggjunda umfari í dag endaði javnur 2-2

Fyri fyrstu ferð í hondbóltssøguni hevur eitt føroyskt landslið vunnið á Fraklandi. Føroysku U18-menninir vunnu í dag ein flottan 29-26 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Fraklands. Føroyska liðið byrjaði dystin serstakliga illa og komu skjótt afturum heili 7-1

Síðstu sesong vann Brighton allar tríggjar dystirnar móti Manchester United og sigursrøðin heldur fram í nýggju sesongini. Ein vánalig byrjan hjá Erik ten Hag á Old Trafford

Vit hava ongantíð telvað móti Oman fyrr. Teir mundu hava sín olympiska talvdóp norðuri í Tromsø í 2014, og hava tí ikki stórar altjóða royndir í talvi

31 ára gamla Nina Abramovic kemur úr Montenegro

Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. Føroyar taptu í áttanda umfari í dag 2½-1½ fyri Zimbabwe

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi, sum verða á Svangaskarði og á Tórsvølli ávikavist 16. og 18. august

Veðrið var av tí allar besta, tá AB hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á nýggja vøllinum Inni í Vika á Argjum

Føroyar fingu eitt stig móti Argentina á talvolympiaduni í India í dag

Tað verður aftur sera sterk mótstøða á talvolympiaduni í India í dag. Vit møta Argentina, sum er styrkismett nummar 30 av teimum 188 liðunum

Í morgin, fríggjadag kl 17, verður finalan í ársins Meistaradeild í pool, sum er hildin í Landskrona

Í hesum døgum eru fýra føroysk reiðfólk á Álandi, har tey í komandi viku fara at kappast við nógv onnur tá norðurlandameistaraheitið verður hildið. – Vit hava nýtt høvið at sett reiðfólkunum nakrar spurningar um teirra ítróttargrein

B36 tapti dystin í kvøld í Conference League móti Viborg, 3-0

Kasper Schmeichel skal leika við Nice

Føroyar vunnu í dag 3-1 á Wales á talvolympiaduni í India

Sterk vísindalig próvførsla á meta-analysu stigi: Fótbóltsvenjing er munadygg venjing av beinagrindini og kann nýtast at fyribyrgja beinbroyskni

Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag

Í nýggjari samrøðu á Viaplay sigur venjarin í Manchester United, Erik Ten Hag, at United-leikarar skulu ikki fara avstað áðrenn dysturin er liðugur sum hendi í dystinum móti Rayo Vallecano sunnudagin

Í kvøld kl. 19 spælir manslandsliðið hjá Føroyum EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Belgia, sum er styrkismett nr. 14 í Evropa

Mánadagin og týsdagin varð skipað fyri Fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. 215 børn og ung luttóku

- Eitt sindur snópisligt kennist tað, at Føroyar ikki vunnu á Libanon á talvolympiaduni í dag. Dysturin endaði javnur 2-

Manchester United fer helst at sleppa sær av við seks verjuleikarar áðrenn flytingarvindeygað letur aftur, sambært Daily Mail

Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fimta umfari á talvolympiaduni í India

Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia

Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India

Mikudagin 3. august seta Føroyar sjøtul á nýtt tíðarskeið í føroyskum landsliðsflogbólti

Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag

– Tit hava sett eitt fyridømi sum verður til inspirasjón hjá gentum og kvinnum í dag og í komandi ættarliðum, skrivar Elizabeth drotning á síni almennu Twitter-konto

Ongland hevur ikki vunnið eina EM-finalu fyrr, hvørki hjá kvinnum ella monnum, men í kvøld kundu kvinnurnar syngja "its coming home"

Kvinnufótbólturin hevur sett fleiri met seinastu tíðina og aftur í kvøld er nýtt met sett í EM-finaluni á Wembley - 87.192 síggja dystin á Wembley

Eftir 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár

Tað var júst sum vanligt uppi á ríðibreytini a ólavøku. Nógv fólk, gott lag og nógvir spennandi riðlar

Eftir nøkur avbera góð avrik hjá føroysku liðunum, ið hava tikið lut í evropeiskum dystum í summar, hevur Kappingarnevndin hjá FSF gjørt smávegis broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum

Klokkan 10:30 í morgun ólavsøkudag vórðu fyrstu leikirnir fluttir á stóru talvolympiaduni í India

Jón Brekku vann í gjár kappingina um føroyameistaraheitið í tennis og kann nú fyri triðu ferð kalla seg FM vinnara í harratennis

Tá ukrainksa fótbóltsliðið Dynamo Kyiv skoraði móti Fenerbahce fóru turkisku fjepparnir at syngja «Vladimir Putin»

Vakra økið í Hoydølum var karmur um Ólavsøku barnasúkklingina, og koyrt varð á lendisgøtunum millum vøkru grótbrúnna um Hoyvíksánna og Boðanes

X Factor stjørnan av Toftum verður við á Summar Festivalinum

Tað er aftur í ár stór luttøka til ólavsøkukappríðingina, 40 ross vera við til kappingina í Marknagili ólavsøkudag kl 15

Týskland vann við úrslitinum 2-1 í EM-dystinum móti Fraklandi í kvøld og er víðari til finalu móti Onglandi

Tá ið bátarnir koma á mál á ólavsøku í ár, er tað hálvtrýssindstjúgunda ferðin, at ein føroyameistari verður kosin hjá 10. mannaførum, 8. mannaførum og gentum og dreingjum

Fleiri túsund fólk standa klár á Ráðhúsplássinum at taka móti stóru donsku hetjuni Jonas Vingegaard. Fylg við her

Sjáldan hevur so lítil spenningur verið á ólavsøku um hvør verður føroyameistari í kappróðri sum í ár, skrivar KVF

Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen, sum skal ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan

Serliga hjá U15 gentunum er nógv á skránni í august mánað. Fyrst skulu tær spæla tveir venjingardystir móti Íslandi, áðrenn farið verður til Baltic Cup í Lettlandi

Føroyska talvlandsliðið er í dag á veg til India. 44. talvolympiadan verður í indiska stórbýnum Chennai, fyrr nevndur Madras

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur úttikið 6 íðkarar, at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í leirdúgvuskjóting, sum verður í Kroatia