Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvørki Luke Shaw ella Harry Maguire vóru til seinastu venjingina hjá Manchester United undan CL-dystinum móti Villareal

Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober 2021 yvirtekur sonevnda FRAM-húsið á Gundadalsvegnum 8

Við 3-1 sigri á KÍ, eydnaðist tað sunnukvøldið U15-dreingjunum hjá HB at vinna Cadburysteypið 2021

Mánadagin klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, í samband við landsliðsúttøkurnar av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum

Í kvøld tryggjaði Brentford sær eitt stig heima móti Liverpool – í einum dysti har liðini ikki góvust at herja fyrr enn tey bæði høvdu skorað trý mál

Innkomna peningaupphæddin í ár var 1,13 milliónir krónur

Í yvirtíðini kundi Bruno Fernandes bjarga Manchester United eitt stig, men brotssparkið fór fleiri metrar uppum

Vikuskiftið 18.-19. september var 1. umfar av Grand Prix í badminton (single/einmansleikir) leikt í Badmintonhøllini í Havn

Í bæði dystinum hjá Chelsea og Tottenham var neyðugt við brotsspørkum fyri at koma víðari til fjórða umfar í Carabao

- Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttinum, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttin. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina á Neystabø í starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF

World Archery Championships – HM í bogaskjóting verður hesa vikuna skotið í Yankton, South Dakota, USA. Føroyar hava tríggjar compound skjúttar við í kappingini

Í dag vann KÍ “bert” 4-0 í heimadystinum móti 07 Vestur. Klaksvíkingar hava nú 62 stig eftir 22 umfør

Lingard var stóri syndarin tá ið United tapti 1–2 móti Young Boys í Champions League fyrr í vikuni, men í dystinum í dag móti West Ham fekk Lingard uppreisn og gjørdist matchvinnari

Seks føroyskir vektlyftarar, tvær kvinnur og fýra menn, luttaka leygar- og sunnudagin í DM, donsku meistarastevnuni á Østerbro í Keypmannahavn. Byrjan báðar dagar kl 10 (fo) og 11 (dk)

Tað var eingin ivi, at yvirmaktin vitjaði á Tórsvølli í kvøld

Vøllurin varð handaður nú seinnapartin. Síðan ovari vøllur varð skiftur í juni og okkara tjóðarleikvøllur Tórsvøllur endaliga varð tikin í nýtslu til heimadystirnar hjá landsliðnum herfyri, so hava vit bara bíðað eftir niðara vølli

Lingard legði bóltin fyri føturnar á Jordan Siebatcheu úr Young Boys sum síðani setti bóltin trygt í United-málið til endaligu støðuna 2-1

Í farnu viku var føroyska U17-landsliðið við dreingjum í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir. Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap

Ítróttafeløg hava nú fingið 3,5 mió. endurgoldið av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 1. juli 2020 til 31. mai 2021. Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2

Hugtakið Everesting snýr seg um at súkkla eina brekku umaftur og umaftur til tú hevur klárað 8.848 metrar, sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum

- Limatalið er nú 60 leikarar, fordeilt yvir trý lið. Menninir hava tvey 11 mans lið, hvar tað eina spælur um uppflyting til seriu 4, og hitt hevur longu nú tryggjað sær uppflyting til seriu 5

Komandi fríggjadag verða ársins fyrstu steypafinalur á skránni. Klokkan 17:30 spæla U17 Dreingir, og klokkan 20:15 fara U21 á vøllin. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli

Í sambandi við mentunardagarnar í Sunda Kommunu, verður skipa fyri almennum kortspæli

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum hevur verið á Hotel Føroyum um vikuskiftið

At FM gullið í mansfótbólti í ár endar í Klaksvík er eingin ivi um. KÍ tykist at vera flúgvandi og í dag setti liðið málmet. Við 5-0 sigrinum á B68 er KÍ komið uppá 83 vunnin mál í hesum kappingarárinum og tað er met, hóast seks umfør eru eftir at leika

Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár

Bretska Emma Raducanu, 18 ára gomul, var mett sum nummar 338 í heiminum fyri ellivu vikum síðani. Í kvøld vann hon US Open

Hetta er fyrstu ferð í tíðina hjá Kane í Premier League, at hann hevur verið so ófarligur frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðnum, skrivar statistikmiðilin OptaJoe á Twitter

Odsonne Édouard debuteraði við tveimum málum, tá ið Crystal Palace bukaði Tottenham av 3-0

Cristiano Ronaldo vísti seg beinanvegin fram í returinum til Manchester United við tveimum skoringum móti Newcastle

- Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið

Á tíðindafundi undan dystinum millum Manchester United og Newcastle, váttar Ole Gunnar Solskjær, at Ronaldo fær leiktíð í dystinum leygardagin

Í morgun var norðurlandameistaraskapið í telving fyri børn og ung skotið í gongd á Hotel Føroyum. Tað var varaborgarstjórin, Annfinn Brekkstein, sum tók ímóti og setti kappingina

Í morgin fríggjadagin 10. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi

Fyrrverandi týski landsliðsleikarin Jérôme Boateng var í dag funnin sekur í at hava framt harðskap móti síni fyrrverandi unnustu av dómstóli í München

Timo Werner skoraði eitt mál móti Íslandi, men átti helst í hvussu er at fingið tvey ...

Szymanski bjargaði Póllandi móti Onglandi: skoraði í yvirtíðini

Átta brasilskir leikarar í Premier League vera ikki tøkir til dystirnar í vikuskiftinum, skriva bretskir miðlar

Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal skutu málini, sum tryggjaðu Føroyum fyrsta sigurin í undankappingini og tey trý stigini ímóti Moldova á Tórsvølli

Klæmint Olsen skallað bóltin í netið til 1-0 til Føroyar móti Moldova, men lítla løtu seinni skoraði Heini Vatnsdal til 2-0. Dysturin endaði 2-1 til Føroya

Sambært KVF byrja hesir 11 ímóti Moldova

Cristiano Ronaldo er fluttur inn í luksushúsið í Manchester vert yvir 60 milliónir krónur, har hann hevur verið í sóttarhaldi

Føroyar fingu eitt av bestu úrslitunum nakrantíð hjá føroyskum landsliðsfótbólti í kvøld, skrivar Bolt.fo

Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur úttikið 23 spælarar til dystirnar móti Spania og Skotlandi

Síðsti partur av Venjaraleiðini varð avgreiddur um vikuskiftið, og luttakararnir hava nú fingið prógv

Landsliðið hjá Argentina er farið av vøllinum eftir at brasilska løgreglan kom á vøllin og steðgaði dystinum

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen tók fleiri myndir í sambandi við stórdystin millum Føroyar og Danmark í gjár sum prógvaði at okkara menn ikki bert eru við "fyri at læra"

Danir fingu mál í 44. minutti, men tað var kolldømt av VAR, men í 85. minutti eydnaðist so dønum at fáa mál góðkent av VAR. Dysturin endaði við sigri til Danmark

Håkan Ericson hevur framt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Danmark, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu móti Ísrael

- Tað eru ongi løtt stig at heinta uttan dyst, sigur danski landsliðsvenjarin undan dystinum ímillum Føroyar og Danmark í kvøld