Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað liggja nógv tons av móru á botninum í byrgingini í Heygadali.

Tað liggja nógv tons av móru á botninum í byrgingini í Heygadali.

Tað liggja nógv tons av móru á botninum í byrgingini í Heygadali.

Tað er greitt brot á løgtingslóg nummar 77 frá 1984 at koyra mold ella móru á sjógv.

Og nú fer Umhvørvisstovan at kanna, um SEV við at lata botnfall frá byrgingini í Heygadali í Vestmanna renna út á sjógv brýtir lógina.

Talan er um heilt nógva móru, sum liggur á botninum í byrgingini, og sum verður skolað út á sjógv tá tað regnar. Tað gjørdi tað um vikuskiftið, og tá var øll vágin brún av runuvatni.

Les eisini: Nógv móra á sjógv í Vestmanna

Grein 1 í lógini sigur, at tað er bannað at forkoma mold, leiri og øðrum tilfari frá útgrevstri, vegagerð og tílíkum við at koyra slíkt tilfar til sjós.

Sigga Jacobsen, sum er leiðari á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni, sigur við VP, at tey nú fara at seta seg í samband við SEV fyri at lýsa málið nærri.

- Móran, ið rennur oman frá byrgingini hevði væntandi runnið út uttan byrgingina við og kann neyvan bólkast undir ”burturkoyring av mold til sjós”. Okkara málsviðgeri fer at taka samband við SEV um hvaðani móran kemur, um møguligar nøgdir og títtleika, sigur hon.

SEV hevur í umbúna at byggja eitt sonevnt pumpstorage orkuverk inni í Heygadali. Í hesum sambandi skal eitt portur gerast í byrgingina í dalinum, so hon kann tømast skjótt. Tí er byrgingin nú tømd, og fyrireikingar verða gjørdar til neyðugu broytingarnar í sjálvari byrgingini.

Video av runuvatni ið rennur á sjógv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo