Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hevur tú eitt hugskot, eina verkætlan ella eina fyritøku?

Týsdagin 7. mars kl 19:00 verða Íverksetarahúsið og Vinnuframi í Vestmanna við ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.

Tiltakið byrjar við at Íverksetarahúsið stutt greiðir frá hvørja ráðgeving Íverksetarahúsið kann geva, og  Vinnuframi kunnar um møguleikar fyri stuðli. Eftir framløgurnar er lagt upp til ein-til-ein prát har møguleiki er at seta spurningar og at fáa prát við Íverksetarahúsið og Vinnuframa.

Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, hevur tú møguleika at koma á staðið og fáa svar uppá flestu spurningar í hesum sambandi.

Tað var í fjør at tiltakið “Íverksetan á ferð” fór av bakkastokki, og var undirtøkan somikið stór at ætlanin er at halda fram at bjóða hesa kunning og ráðgeving runt landið. Við tiltakinum vilja Íverksetarahúsið og Vinnuframi nevniliga geva íverksetarum og vinnurekandi, sum sita runt umkring í landinum, møguleika til andlit-til-andlit ráðgeving á staðum. Eisini er tiltakið eitt gott høvi at fáa fatur á møguligum íverksetarum, sum í gerandisdegnum ikki hava lætta atgongd til ókeypis ráðgeving og sparring.

Tiltakið, sum er ætlað øllum við áhuga fyri íverksetan verður týsdagin 7. mars frá kl. 19:00 til 20:30 í Miðhøllini skúlanum í Vestmanna.

Kaffi og annað gott verður at fáa og tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo