Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eiðis kommuna: Týskvøldið 10. januar klokkan 19 verður tiltak fyri íverksetar – ella komandi íverksetar – í Kolshøll.

Tað er felagið Ráðgevin, sum skipar fyri tiltakinum.

Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá, hvussu ein kann koma í gongd við eitt virksemi, og fíggingarmøguleikum og annað, ið er hent at vita hjá einum, ið ynskir at stovna eitthvørt virksemi.

Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi & etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum, sum einans hava eitt hugskot.

Framløgur verða frá millum annað Íverksetanarhúsinum, Ráðgevanum, Explore Eiði, Alnetið, Heimablídni í Elduvík, Eiði Camping, Faroe Islands Surf Guide og øðrum.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.

Skrá:
Símun Jóhan Wolles, samskipari, bjóðar vælkomin
Magni Thomsen Greiðir frá um íverksetan, hópfígging, o.a. spennandi møguleikar
Ingvar Hentze greiðir frá um Alnetið
Heimablídni í Elduvík greiðir frá um teirra gongd og royndir
Faroe Islands Surf Guide kemur at siga frá teirra byrjan
Kristjan Madsen greiðir frá um Eiði Camping

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo