Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

VisitVágar: Tann 26. oktobur kl 19-21 skipar VisitVágar fyri íverksetarakvøldi, so um tú hevur áhuga í íverksetan, nýhugsan, ferða- og upplivingarvinnu, menning ella bara ert forvitin, ert tú vælkomin! 

Fokus hetta kvøldið verður nýhugsan í ferðavinnuni.

UM TILTAKIÐ
Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá fíggingarmøguleikunum, møguleikan fyri at søkja um at vera við til átakið Nýskapan í ferðavinnuni. Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi/etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot

STAÐ
Úti á Gjógv, (pakkhúsinum hjá Fiskastykkinum), Úti á Bakka 12 í Sandavági.

TILMELDING
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst. Tilmelding fer fram her.

Melda til í seinasta lagi tann 25.oktobur kl 12.

SKRÁ
Kl. 19.00: Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 19.10: Tordis K. á Rógvi Biskopstø greiðir frá um nýggja VisitVágar, nýhugsan, samkapping v.m.

Kl. 19.20: Sóley H. Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum greiða frá um átakið “Nýskapan í ferðavinnuni” og íverksetan annars

Kl. 19.40: Randi Olsen greiðir frá um Breyðvirkið, tilgongd sum íverkseti og hópfígging

Kl. 19:55: Jónleyg Joensen, dagligur leiðari á Fiskstykkinum, hevur rundvísing og frágreiðing um pakkhúsið Úti á Gjógv

Kl. 20.10: Netverkan og drekkamunnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo