Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Lýsingabløð hjá Posta

Spurningar:
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at seta í verk eina skipan, har lýsingabløð hjá Posta einans verða borin út til tey, sum aktivt hava valt at fáa lýsingabløð ? 

2. Hvussu nógv lýsingabløð verða borin út til hvørt húsarhald á hvørjum ári?

3. Hvussu nógv húsarhald hava valt “Ongar lýsingar – takk” skipanina hjá Posta? 

Viðmerkingar:
Lýsingabløð verða hvørja viku borin út í húsarhald í Føroyum. Í dag skulu fólk sjálvi biðja um at fáa eitt klisturmerki við tekstinum "Ongar lýsingar – takk” á postkassan, um tey ikki vilja hava lýsingabløð. Hetta er ein sokallað “nei takk” skipan. 

Fyri nøkrum árum síðani skeyt Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag upp, at lýsingabløð áttu at verið ein “ja takk” skipan í staðin fyri ein “nei takk” skipan. 

Við eini slíkari broyting merkir tað, at sum útgangsstøði verða lýsingabløð ikki borin út til húsarhald, og tí skulu fólk aktivt velja at fáa lýsingabløð, um tey vilja hava tey.

Grundarlagið fyri hesi broytingini er at minka um pappírsoyðsl, óneyðugt rusk og fyribyrgja, at fólk verða eggjað til at keypa meira, enn tey hava tørv á. Í 2019 vórðu 385.000 kilo av lýsingabløðum borin út til føroysk húsarhald. 

Haraftrat eru lýsingabløðini tøk ókeypis á talgildum palli hjá Posta, sum eitur bera.fo.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 8. desember 2021
Ingilín Didriksen Strøm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo