Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tíðindini bórust fyrr í dag, og nú hevur United-managarin Erik ten Hag váttað, at royndi málverjin verður at síggja á Old Trafford í seinnu hálvu av kappingarárinum.

Hetta skrivar Manchester Evening News.

29-ára gamli Butland kemur inn fyri Martin Dubravka, sum avbreyt sína leigiavtalu við United herfyri og vendi aftur til móðirfelagið Newcastle United.

Butland, sum hevur spælt níggju dystir á enska landsliðnum, verður sum skilst triði málverji hjá United aftanfyri David de Gea og Tom Heaton.

Talan er um eina leigiavtalu. 

Butland hevur áður spælt við Birmingham City, Cheltenham Town, Stoke City, Leeds United, Derby County og Barnsley. Hesi síðstu tvey árini hevur hann spælt við Crystal Palace.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo