Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ein av størstu filmlsleikarun, Jack Nicholson, verður 80 ár í dag. Hóast hann ikki hevur verið sæddur á filmi síðan í 2010, eru fá, ið hava spælt so nógvar høvuðsleiklutir á filmi, sum Jack Nicholson.

Leiklutirnir eru útvið 70, og harafturat koma sjónvarpsrøðir. Hann hevur vunnið 3 Oscarvirðislønir, og hevur 12 ferðir verði í uppskoti at fáa virðislønina, sum er tað mesta hjá einum mannfólki í allari Oscarsøguni.

Flestu Oscarvirðislønir, 4, fekk Katharine Hepburn.

Kendastu filmarnir, sum Jack Nicholson hevur havt høvuðsleiklutin í eru Easy Rider (1969), Five Easy Pieces (1970), The Last Detail (1973), Chinatown (1974), The Passenger (1975), One Flew Over the Cuckoo's Nest (1975), sum hann fekk fyrstu Oscarvirisløn fyri, The Shining (1980), Terms of Endearment (1983), sum hann fekk aðru Oscarvirisløn fyri, Batman (1989), A Few Good Men (1992), As Good as It Gets (1997), sum hann fekk triðju Oscarvirðisløn fyri, The Pledge (2001), About Schmidt (2002) og The Departed (2006).

Nýliga varð kunngjørt, at Jack Nicholsen fer at hava mannliga høvuðsleiklutin sum pápin í eini amerikanskari útgávu av týska filminum Toni Erdmann, sum Maren Ade skrivaði og stjórnaði.

Kvinnuligi leikarin verður 43 ára gamla Kristen Wiig, ið verður dótturin. Týski upprunafilmurin er kosin besti filmur í Evropa og hevur fingið eina røða av virðislønum og góðum ummælum.

Toni Erdmann var eisini í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur í ár. Virðislønin fór tó til iranska The Salesman.

Nýggjastu filmar, sum Jack Nicholson hevur spælt við í, eru I’m Still Here og How Do You Do, sum báðir stava frá 2010.

Wikipedia um Jack Nicholson: trýst her

Leiklutir, sum Jack Nicholson hevur havt: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo