At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Ingolf Sólheim Olsen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. SS-012/2020 um royndir við skiljirist og semipelagiskum troli

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanir um aftur at gera royndir at trola eftir upsa í føroyskum sjógvi við skiljirist í trolinum – eisini á leiðum, sum annars eru stongdar fyri trolfiskiskapi – ella við støði í longu gjørdum royndum at skipa upsafiskiskapin eftir slíkum leisti?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera royndir at trola eftir upsa í føroyskum sjógvi við semipelagiskum troli ella øðrum trolreiðskapi, ið kann trola uppi í sjónum?

3. Eftir royndarfiskiskapin við trolrist í 2013 og 2014 skuldi ein arbeiðsbólkur gera eftirmetingar av øllum teimum stongdu leiðunum, og mælt varð til, at bólkurin eisini viðgjørdi spurningin, um stongd troløki kundu latast upp, um tað aftur fyri varð kravt at brúka rist í trolinum. Hvat spurdist burtur úr arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum – hvørjar niðurstøður og tilmæli gjørdi hann?

Svar:

Til nr. 1.
Sum spyrjarin vísir til í viðmerkingunum, vórðu í 2013 og 2014 royndir gjørdar við trolrist í upsafiskiskapi í føroyskum sjógvi. Og sum spyrjarin eisini vísir á í viðmerkingunum til spurningarnar, eydnaðust royndirnar væl.

Frágreiðingin frá royndunum í 2013 er løgd við sum skjal 1 og tann frá 2014 sum skjal 2.

Í framhaldi av royndunum og í samskifti við Havstovuna, umboð fyri skipini og framleiðara av fiskiútgerð var farið í eina tilgongd at gera eina kunngerð, har trolrist varð kravd í upsafiskiskapi.

Men arbeiðið hjá landsstýrismanninum í undanfarnu samgongu kom ikki á mál, og landsstýrismaðurin gjørdi onga broyting í ásetingunum um stongdar leiðir, og endaligt krav um trolrist varð ikki sett í gildi.

Eg havi gjørt av at taka hetta arbeiðið framaftur og havi tí heitt á umsitingina í Fiskimálaráðnum, saman við Havstovuni, um at greina, hvørjar leiðir eru stongdar vegna nógva íblanding av ungfiski / smáum upsa.

Tá tað er gjørt, verður ein kunngerð, har krav verður ásett um trolrist í beinleiðis fiskiskapinum eftir upsa, samstundis sum ásetingarnar um stongdar leiðir verða tillagaðar, har leiðir, ið eru stongdar fyri trolfiskiskapi grundað á nógva íblanding av ungfiski, verða latnar upp.

Til nr. 2.
Saman við málinum um trolrist og broytingar í ásetingunum um stongdar leiðir, er málið um møguligar royndir at trola eftir upsa í føroyskum sjógvi við semipelagiskum troli eisini komið fram.

Málið verður í løtuni til viðgerðar í umsitingini.

Til nr. 3.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá vinnuni, Havstovuni, Vørn og Fiskimálaráðnum lat í november 2014 eina frágreiðing úr hondum við heitinum “Meting av friðaðum og stongdum økjum – frágreiðing til Fiskimálaráðið”.

Frágreiðingin er um stongdar leiðir sum heild, íroknað gýtingarfriðingar.

Skotið var upp at gera ymsar broytingar í gýtingarkassum og tíðarskeiðum.

Arbeiðsbólkurin metti seg ikki hava nóg stóra umboðan til at gera broytingar í stongdum økjum, har endamálið var at skilja reiðskap sundur og mælti til at seta ein breiðari bólk at viðgera hetta.

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum er løgd við sum skjal 3.

Fiskimálaráðið, 20. apríl 2021
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo