Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Kringvarpið hevur nú í eina heila viku viðgjørt Fiskimálaráðið og undirritaða, við útgangsstøðið í aktuella málinum og um kvoturnar, sum vóru útlutaðar um dagarnar.

Tey hava við ymiskum vinklum roynt at sátt iva um umsitingina í Fiskimálaráðnum, og rættleikan av teimum avgerðum, sum verða tiknar í Fiskimálaráðnum.

Tey flestu, sum Kringvarpið hevur tosað við og endurgivið, kenna ikki rætta samanhangin, og vita ikki, hvat tey tosað um.

Høgni Hoydal fær fría mikrofon, og sleppur at framføra ósannindir um mín leiklut í Fiskimálaráðnum, uttan at verða rættaður.

Tað er kanska ikki so løgið, tí tað er spinndoktarin hjá Tjóðveldi og Høgna Hoydal til síðsta løgtingsval, Barbara Holm, sum stendur fyri herferðini.

At Tjóðveldi, saman við Kringvarpinum, er farið undir valstríð er heilt týðuligt.

Tíðindini á miðdegi ónsdagin vóru væl løgd til rættis saman við Høgna Hoydal, sum hevði ófráboðaðar fyrispurningar til løgmann, í samb. við útlutaðu kvoturnar.

Tíðindamaður var sendur oman í Løgtingið at fylgja við og hava samrøðu við Høgna Hoydal og løgmann um málið, beinleiðis í tíðindasendingini kl. 1220, júst sum “ófráboðaðu fyrispurningarnir” vóru lidnir.

Hóast eg var høvuðspersónurin í málinum, hevði Kringvarpið ongan áhuga í at tosa við meg.

Hettar hevur endurtikið seg hvønn dag í eina heila viku, uttan at eg eri biðin um at úttala meg ella koma í sjónvarpsstovuna.

Ein partur at kringvarpsumrøðuni hevur verið ættargransking, um hvør hevur verið í familju við hvønn.

Tí var tað áhugavert at síggja spinndoktarin hjá Tjóðveldi og “húsadvokatin” hjá Kringvarpinum, sum er verfaðir Ingilín Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, viðgera málið í sjónvarpsstovuni í kvøld.

Tað er átaluvert, at Kringvarpið letur slíkt henda.

Hesi kunnu ikki á nakran hátt hava eina sakliga viðgerð av málinum.

Tað framgekk eisini á innslagnum, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa Fiskimálaráðið at úttala seg.

Hettar er beinleiðis lygn.

Ongin frá Kringvarpinum hevur vent sær til mín.

Vónandi tekur onkur sær um reiggj, so málið kann viðgerast á ein virðiligan og nøktandi hátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo