Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Á hesum fyrsta túrinum hjá Jákup Sverra 9. - 11. desember var endamálið at kanna brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum.

Mest brislingur var at síggja í djúpasta partinum av Skálafjørðinum, frá Saltnesgrynnuni inn til Skipanes. Í Tangafirði var eisini mest at síggja har tað var djúpast, tó við einum undantaki út fyri Morskranes, har ein torva stóð á heilt grunnum vatni. Tað var heldur minni av brislingi í Tangafirði sammett við Skálafjørðin.

Brislingurin stóð í smáum torvum nær botni um dagin og lyfti seg frá botni í skýmingini og loystist heilt upp í nærum allari vatnsúluni um náttina. Brislingurin var smáfallandi, miðallongdin var 7,1 cm, og mett verður at tað mesta er frá ársins gýting.

Hetta er triðja árið, at Havstovan ger kanningar av brislingi á føroysku firðunum.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo