Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vesturvón: Hetta er ein so sera spennandi og mennandi tíð hjá Vesturvón. 

Øll heilsustarvsfólk hjá Vesturvón hava nú fingið frálæru í talgildu heilsuskipanini Cosmic.

Cosmic er eitt skjalfestingaramboð, sum í dag verður brúkt av starvsfólkið hjá Sjúkrahúsverkið Føroya, kommunulæknaskipanini og kommunalum heilsutænastum. 

Síðani miðjan septembur mánaða og til í dag hava frálærufólk hjá okkum verið í gongd og fyiskipað undirvísing.

Saman við dugnaligum verkætlanarfólki hjá KAF, starvsfólkum frá THS hjá Sjúkrahúsverkið Føroya og mentorum frá øðrum kommunalum heilsutænastum hava vit havt frálæru til yvir 80 starvsfólk. 

Tað er dygdarmennarin hjá Vesturvón, Mia Pedersen, sum hevur samskipað og verið verkætlanarleiðari í Cosmic toyminum hjá Vesturvón. 

Vesturvón hevur umframt Miu tvey verkætlanarstarvsfólk, sum saman við henni hava staðið fyri frálæruni. Tað eru Christel Christophersen heilsuhjálpari og Anita Thomasen sjúkrarøktarfrøðingur. 

Tá so stór verkætlan verður íverksett, er ein týðandi partur av tilgongdini lyklapersónar á ymsu deildinum. Hesir hava til uppgávu, at verða forlongdi armurin hjá verkætlanarfólkunum, og at verða stuðlandi, ráðgevandi fyri øll starvsfólkini í tilgongdini. 

Hjá Vesturvón eru hesir lyklapersónar: Gudmund Niclasen heilsurøktari, Laila Fagraberg sjúkrarøktarfrøðingur, Erla Johannesen deildarleiðari, Gerda Nattestad fysioterapeutur, Ingunn Hansen deildarleiðari, Nurkamila Ali sjúkrarøktarfrøðingur, Guðrun Gudmundsen deildarleiðari, Fía Pedersen demenssamskipari, Bjarta Arge deildarleiðari og Rakul P. Vang sjúkrarøktarfrøðingur.

Cosmic toymið boðar frá, at øll starvsfólkini hava verið sera spent og ágrýtin, og hevur tað verið so gevandi at undirvíst, tí øll eru so jalig og hava lætt við at læra. 

Næsta stig er at íverkseta á ymisku deildunum og at venja seg við at brúka hetta frálíka skjalfestingaramboð, vit nú hava fingið. 

Í framtíðini merkir hetta, at vit, starvsfólk hjá Vesturvón, kunnu veita eina enn betur tænastu til okkara borgarar. Øll heilsustarvsfólk eru tilknýtt somu skipan, og gevur hetta okkum vitan og týðandi upplýsing um borgarar, sum vit í felag veita tænastu til. 

Vit flyta okkum frá pappír til talgilda skjalfesting, ein tryggari skipan fyri bæði starvsfólk og borgaran.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo