Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sí greiningina her

JANUAR: Greiningin frá P/F Januar, um tær størru fyritøkurnar, vísir at tað er ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast millum tey 20 feløgini í greiningini. Vøksturin innan nettosølu er 12,8%, ið er ein stórur vøkstur. Tó eru íløgurnar lækkaðar við 6,6%, og samtíðis er nettoskuldin økt við 7,8%.

Nettosøla
Greiningin vísir, at feløgini nú aftur eru á sama støði við nettosølu, sum áðrenn Covid-19. Samlaða nettosølan er 11,3 mia.kr., sum er ein øking upp á 1,3 mia.kr. í mun til 2020.

Hertil skal viðmerkjast, at 2020 varð eitt ár merkt av Covid-19, og vøksturin í nettosølu avspeglar eisini, at ferðafólkaflutningur nú aftur er ávegis sama støði, sum áðrenn Covid-19, men eisini sæst, at gongdin í oljuprísum hevur ávirkað nettosøluna í 2021.

Rakstraravkastið (EBIT) økist
Sambært greiningini hevur rakstraravkastið verið í eini støðugari lækking hesi seinastu 5 árini, tó økist rakstraravkastið í mun til seinasta ár, men samanhildið við 2019 er gongdin tó enn niðurgangandi.

Samlaða rakstraravkastið øktist við 403 mió.kr. samanhildið við 2020, sum svarar til ein 66% vøkstur. Men hóast nettosølan í hesum 5 ára tíðarskeiðinum er økt við 1,5 mia.kr., so er rakstraravkastið lækkað við 247 mió.kr.

Um greiningina
P/F Januar hevur gjørt greiningina av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.

Í mun til undanfarin ár hevur verið gjørligt at móttikið eitt yvirlit yvir feløg, sum hava ein roknskap í flokki C-stór ella størri, og eru hesi feløgini tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini. Eisini er mett, at P/F Bakkafrost er ein somikið stór fyritøka, í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.

Sí greiningina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo